Tríggir bilar í samanstoyti í Hoydølum

Seinnapartin stoyttu fyrst tveir bilar saman á Hvítanesvegnum í Hoyvík við Skógrøktina – og síðani ein triði eisini

 

Vaktleiðarin á politistøðinin sigur, at fyrst stoyttu tveir bilar saman, og so rendi ein triði bilurin á aftara bilin. 

Materielli skaðin var stórur, men fólkskaði var eftir øllum at døma ikki. Ein persónur gramdi seg um pínu í rygginum og fór tí á Landssjúkrahúsi til kanningar fyri at binda um heilan fingu.

Og um fólk hoyra nógvan útrykning av løgreglubilum norðuri í Sundalagnum, so er tað bara tí, at løgreglan hevur koyrivenjingar.

##med2##