Tríggir bilførarar endaðu í svørtubók

- Ein bilførari fekk klipp, ein fekk koyriforboð, og hin triði fekk treytaða frádøming av koyrikortinum. Haraftrat fingu allir tríggir bilførararnir bót, sigur løgreglan.

Á einum vegastrekki Undir Fossum í Klaksvík skrivaði løgreglan trý mál, tá tey gjáramorgunin gjørdu ferðkanningar í økinum. Fólk, sum búgva her, hava stóran ampa av, at bilar, sum koyra um hesar leiðir, koyra ov skjótt.

 

Tað var í ein góðan tíma millum klokkan 07.20 og 08.25, at løgreglan kannaði ferðsluna í økinum, har ferðhámarkið sambært vaktleiðaranum er 40 kilometrar um tíman. 

 

Teir tríggir bilførararnir, sum komu í svørtubók hjá løgregluni í gjár, vórðu máldir at koyra ávikavist 63, 64 og 68 kilometrar um tíman.

 

- Ein bilførari fekk klipp, ein fekk koyriforboð, og hin triði fekk treytaða frádøming av koyrikortinum. Haraftrat fingu allir tríggir bilførararnir eina bót í part, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun. 

 

Bilførarin, sum koyrdi 64 kilometrar um tíman, fekk koyriforboð, sum verður givið, tá talan er um bilførara, sum hevur havt koyrikort í minni enn trý ár. Hesin noyðist upp til nýggja koyriroynd, áðrenn viðkomandi sleppur at koyra bil aftur.

 

Lagt verður aftrat, at bilførarin, sum varð máldur at koyra 68 kilometrar um tíman, noyðist eisini upp til nýggja koyriroynd, men missir ikki koyrikortið, um hann fer upp til nýggja roynd innan ávísa tíð.