Tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið

Nógv fólk hevur verið á G! í nátt, men tað gekk friðarliga fyri seg

Sambært løgregluni hevur einki verið at skriva heim um úr Gøtu í nátt, har G1 Festivalur er. Onkur ósemja var, sum var loyst við at fólk fóru í hvør sína ætt. Vaktleiðarin sigur, at festivalurin hevur vaktir, sum taka sær av slíkum.

Ferðslupatruljan hjá løgregluna var úti í gjár, og har vóru nakrar sakir skrivaðar. Ferðmátingar vóru gjørdar á Skálafjørðinum og í Kollfjarðardali, og har fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skótt. Ein bilførari fekk harumframt klipp í koyrikortið fyri at tosa í fartelefon, meðan hann koyrdi.