Tað kemur framvegis fyri, at bilførarar tosa í handhildnari fartelefon, meðan tey koyra bil.
Soleiðis var eisini, tá løgreglan gjáramorgunin gjørdi kanningar í Runavíkar-økinum.
- Vit tóku tríggjar bilførarar, sum tosaðu í handhildnari fartelefon, meðan tey koyrdu.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at hesir bilførararnir fáa hvør sína bót.











