Tríggir landsliðsleikarar leingja við B36

Tríggir ungdómslandsliðsleikarar spæla eisini við B36 í komandi kappingarári.

Í gjárkvøldið boðaði B36, at tríggir leikarar hava longt um sáttmálan við B36. Talan er ikki um leikarar, sum hava týðandi leiklut á liðnum sum nú er, men heldur er talan um leikarar, ið væntandi fara at vera við at mynda besta liðið hjá B36 um nøkur ár.

 

Spælararnir, ið hava longt um teirra sáttmálar, eru Pætur Petersen, Bjarni Petersen og Hannes Agnarsson. Pætur og Bjarni eru javnaldrar og 17 ára gamlir, og vóru teir báðir eisini við á U19-landsliðnum, ið spældi EM-undankapping í Rumenia herfyri. Hannes er eitt ár yngri, 16 ára gamal, og hevur hann spælt fleiri landsdystir fyri føroyska U17-landsliðið.

 

Nýggju sáttmálarnir hjá unglingunum eru allir tvey ár til longdar.