Tríggir trolbátar landa í næstu viku

Upsafiskiskapurin, sum herfyri royndist, er nú aftur smáligur, soleiðis sum hann hevur verið seinnu árini.

 

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap, og tey flestu koma inn at landa í næstu viku. 

 

Upsafiskiskapurin er smáligur, men skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski.

 

Nú gulllaksavertíðin er byrjað, plagdu trý partrolarapør at fiska gulllaks. Soleiðis var eisini, tá vertíðin byrjaði.

 

Men, herfyri sakk Eysturbúgvin, meðan teir vóru til fiskiskap saman við Vesturbúgvanum.

 

Tískil eru bert tvey partrolarapør á gulllaksaveiði í løtuni.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at bert ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap, og hesin kemur møguliga inn at landa síðst í næstu viku.

 

Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru eisini til fiskiskap, og teir koma allir inn at landa í næstu viku.

 

- Trolbátarnir fáa mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski, verður lagt aftrat.