Løgtingsfundur verður kl. 10 í morgin. Umframt framløgu eru seks mál á dagsskrá. Millum teirra eru tríggjar 1. viðgerðir.
Tann fyrsta er Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, sum snýr seg um barnaískoyti. Tað eru javnaðarflokkurin, tjóðveldi og framsókn, sum hava lagt uppskotið fram.
Tann næsta er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul, sum snýr seg um stuðulsupphæddina. Tað er javnaðarflokkurin, sum hevur lagt uppskotið fram.
Tann triðja er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti, sum snýr seg um barnafrádráttin. Tað eru javnaðarflokkurin, t jóðveldi og framsókn, sum hava lagt uppskotið fram.
Fyrsta málið á dagsskrá er, at tingið skal atkvøða um skrivligan fyrispurning, sum Aksel V. Johannesen hevur sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um fíggjarpolitikkin hjá samgonguni.
Tvær 3. viðgerðir eru á skránni. Tingið skal endaliga viðgera uppskot um broytingar í lógini um Heilsutrygd og eykajáttaniarlógina fyri august 2013.