Fríggjadagin boðaði íslendska fiskiskipið Askell frá, at teir høvdu ein skaddan mann umborð. Íslendski maðurin hevði trupulleikar av hondini. Tað var Tórshavn Radio, sum fekk boðini klokkan ellivu um morgunin frá skipinum, sum lá sunnan fyri Føroyar. Tórshavn Radio setti seg beinanvegin í samband við Triton, sum var á leiðini, og løtu seinni tók manningin á Triton íslendska mannin umborð. Bein kós varð sett ímóti høvuðsstaðnum, har íslendski maðurin varð innlagdur seint seinnapartin fríggjadagin.