Trivnaðurin í skúlunum má betrast

Ein áheitan til landsins myndugleikar er nú orðað, har fakfeløg vísa á týdningin av trivnaði í fólkaskúlanum.

Hetta veit heimasíðan hjá Lærarafelagnum at siga.

Tað er Anna Dalsgaard, lærari og trivnaðarráðgevi, sum hevur tikið stig til áheitanina um at raðfesta trivnað hægri í fólkaskúlanum. Í tilgongdini at orða áheitanina hava tvey stór fakfeløg, Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag, umframt undirfeløg, Heim og skúli og Barnabati verið við.

- Øll hesi umboða tilsamans nógv børn og ung og hava øll tikið ógvuliga væl ímóti. Vit halda, at tað hevur stóran týdning, at almennu Føroya vísa, at vit ikki góðtaka happing, sigur Anna Dalsgaard við heimasíðuna hjá Lærarafelagnum.

Hon heldur, at skúlarnir í løtuni arbeiða eftir hvør sínum leisti, hvat trivnaði viðvíkur.

- Tað hongur nógv uppi við tí einstaka læraranum og einstøku leiðslunum, hvussu tey síggja tað, sum fer fram. Tað er sera umráðandi, at tað er onkur, sum tryggjar, at arbeiðið við trivnaði er nakað, sum allatíðina verður gjørt, sigur Anna Dalsgaard.

Heim og skúli, sum er felagið fyri øll skúlastýrini í landinum, hevur sent øllum skúlastýrunum oyðubløð, har tey verða biðin at skráseta, hvat tey gera, tá ið talan er um trivnað og happing. Heim og skúli hevur heitt á skúlarnar at senda trivnaðarætlanirnar til felagið og siga frá sínum góðu royndum á heimasíðuni hjá felagnum.

Skúlarnir hava freist til hálvan september at svara felagnum Heimi og skúla.