Trivnaður í grannaløgunum

Í valstríðnum hava vit tosað nógv um at økja um útboðið av bústøðum - tí tað skulu vit, sjálvandi. Harafturat skulu vit eisini at leggja dent á at skapa trivnað í bæði verandi og komandi grannaløgum. Tí hvat fær okkum at trívast, har vit búgva? Tað er so sanniliga eisini alt rundanum. 

Spælipláss og grøn øki

 

Felagsøkir ella bara tað at hava atgongd til eitt nú spælipláss og grøn økir í nærumhvørvinum ger tað lættari hjá okkum at koma hvørjum øðrum við. Bæði stór og smá. Øll grannaløg eiga tískil at hava atgongd til eitt spælipláss. Harumframt eru grøn økir fantastisk at knýta bæði børn og vaksin tættari at hvørjum øðrum og at náttúruni. Tí hevur tað eitt virði í sær sjálvum at varðveita náttúruperlurnar í kommununi. 

 

Sosialar skipanir

 

Kommunan eigur at leggja lunnar undir sosialum átøkum í grannaløgunum. Hetta ger kommunan longu í ein ávísan mun í dag, har grannaløg kunnu søkja um stuðul til okkurt ávíst átak, men tað er ikki altíð so gjøgnumskygt, hvør kann søkja og undir hvørjum endamáli. Vit eiga at útbyggja stuðulsskipanir, soleiðis at grannaløg lætt og einfalt kunna søkja um stuðul til at velta, planta trø ella okkurt annað felagsátak við sosialum og grønum endamáli. 

 

Býarplanlegging og nærdemokrati

 

Tá vit byggja kommununa út, noyðast vit at taka atlit til trivnaðin hjá bæði verandi og komandi grannum. Atlit skulu eisini takast til náttúru, trygd, larm, estetikk og annað. Í summum førum er neyðugt at finna millumloysnir, men tá noyðast vit at taka íbúgvarnar við uppá ráð. Tí tað er júst í kommunalpolitikki, at nærdemokratiið eigur at koma til sín rætt. Tí noyðast vit at tryggja, at íbúgvar fáa møguleika at gera síni sjónarmið galdandi í viðurskiftum sum viðkoma teimum. 

 

Í Tórshavnar Kommunu skulu vit øll trívast. Tískil noyðast vit at hugsa trivnað inn í øllum, sum kommunan ger - ikki minst úti í grannaløgunum. 

 

 

 

Barbara Gaardlykke Apol

 

Valevni fyri Javnaðarflokkin