Trojanski hesturin hjá Høgna Hoydal nú náddur Christinsborg!

Í trojanska krígnum (1200 f. kr.), tá býarmúrurin var grisku hermonnunum ov høgur, funnu grikkar upp á snildir, ið vit kenna sum »Trojanski hesturin«. Hesturin sá meinaleysur út og skuldi eitast at vera ein offurgáva til Athenu, krígs- og vísdóms gudinna grikka. Góðvarnir trojanar lótu henda sakleyst útsíggjandi træhestin sleppa inn um Trojanska verjumúrin, men hetta gjørdist teirra endaliga, tí hesturin vísti seg at vera fullur av valdsjúkum griskum hermonnum, sum við hesi snildu ráðagerð kundu taka valdið í Troja

Regin Eikhólm

Ráðstevnan, »Hovedet på blokken«, á Christiansborg herfyri, sum danskt fíggjaði norðuratlansbólkurin skipaði fyri, er hugfrøðisliga ikki ólík omanfyristandandi. Síðani sitandi samgonga - við kvalifiseraðum meirluta av Føroya fólki aftan fyri seg - fór út í Tinganes, er demokratiski múrurin heima í Føroyum vorðin Høgna Hoydal (HH) ov høgur. Við bert 25% aftan fyri seg og í andstøðu er HH í dag reelt uttan ávirkan í føroyskum politikki. Tann tíðin er farin, tá møguligt var at útnevna seg sjálvan til hentleika ministara í loysing ella hissini føroyskum lógarsmíði og at brúka tíggjutals mill. krónur upp á eina »Hvítubók«, sum helst er mest »farvaða« ministarahondbók í friðartíð.

Trojanski ráðstevnu hesturin
Fyri at skapa mest møguligt rumbul í tí annars demokratiskt vælvirkandi ríkisfelagsskapinum vóru sjálvssøknu snildarráðini hjá HH ? uttan um Landsstýrið - at taka mest viðkvæma mál millum Føroyar og Danmark upp til viðgerðar innan fyri múrarnar á sjálvari Christiansborg, og »legalt« fáa kompetent fólk at røða um og/ella uttan um eitt viðkvæmt evni, nevniliga blokkin. Formaðurin í búskaparráðum og onnur við honum hoppaðu galant inn í »Trojanska ráðstevnu hestin« hjá HH og komu soleiðis uttan nakað hóvasták inn um múrarnar. Trupulleikin hjá hesum fólkum og ikki minst hjá formanninum í búskaparráðum er ikki, hvat tey søgdu ella ikki søgdu, men at tey lótu seg tøla til at fara inn í »Trojanska ráðstevnu hestin« og vera við til at bróta niður álitið millum sitandi landsstýrið og ríkisstjórnina. Eftir »ráðstevnuna« noyðist Landsstýrið at brúka nógva óneyðuga tíð og orku fyri at kyrra og fáa arbeiðsfrið í ríkisfelagsskapinum, umframt at skula liva við tí negativu umtalu og illgitingum sum fylgja í kjalarvørrinum.

At dríta í egið reiður
Fyri HH er hetta ein tilvitað process og tænir einans til at seta lús í pelsin hjá ríkisfelagsskapinum. Sjálvur gjørdi HH sær dælt av tí eftirfylgjandi negativu skriving í donsku bløðunum og vísti á, at nú vilja danir hava loysing. Tað er ringur fuglur, ið drítur í egið reiður, og tað kennist sárt at annað av okkara fólkatingsumboðum nærmast hevur atferð sum ein antiføroyingur.
HH gekk á odda fyri at minka blokkin við 366 mill. kr. og lovaði, at alternativar inntøkur skuldu koma ístaðin, men tað vóru bert orð. Og orð eru heldur ikki tað sum spindoktarin hjá HH manglar nú um dagarnar. Øll sum ditta sær at hava eina fatan um »Hovedet på blokken« ráðstevnuna, og ikki eru samd við HH, fáa gall og gor oyst yvir seg frá spindoktarinum, og tað uttan mun til, um tú ert ein vitandi og vælargumenterandi útiseti ella ein seriøsur blaðstjóri her heima.

Demokratiskt frælsi og lívsfrælsi
Demokratiskt frælsi er at kunna fara frá møguleika til veruleika, og tað frælsið hevur Føroya fólk longu í dag. Lívsfrælsi harafturímóti krevur, at bæði fysiskar-, sosialar- og fíggjarligar umstøður eru til staðar. Okkara lítilleiki og einstreingjaða vinnulív ger okkum viðkvom fyri ávirkan uttanífrá, og tí vil ein størri felagsskapur eitt nú ríkisfelagsskapurin hava eina stabiliserandi ávirkan á okkara lívsfrælsi, ikki bara takka verið blokkinum men eisini. At føroyingar sum heild eru glaðir fyri tey rættindi, ið felagskapurin gevur, sæst millum annað av, at í 2003 útskrivaði Fútaskrivstovan 6344 pass harav 2/3 vóru EU pass.
At nútíðarmenniskja velur felagsskap við lívsfrælsi fram um ideologiskt einmansveldi er EU eitt talandi dømi um, eins og fólkið í Hesti einmælt valdi felagskap við Havnina og harvið størri lívsfrælsi. Eisini í Serbia hevur mann nú slept stagneraðu nationalistisku kósini og vendir sær móti felagskapinum í EU.

Nationalistisk frælsistáta
Tað eru mong tekin í sól og mána, at HH hevur somu uppskrift til sítt ágangandi nationalistiska loysingar frælsi (frelsu), sum chefideologurin í London hevði til sítt tilætlaða kommunista frælsi (frelsu) fyri Føroya fólk. Teirra frælsistáta er eitt ideologiskt einmansveldi (kommunisma/nationalisma) uttan um ta demokratisku processina og uttan atlit til føroyskt lívsfrælsi yvirhøvir. Vit vita, at kommunisman hevði verið fatal fyri Føroyar, og tað er onki sum talar fyri, at nationalisman hjá HH hevði verið betri. Nýggjari europeisk søga lærir okkum, at ágangandi nationalisman er kamuflerað maktgirnd og hevur lítið til felags við okkara demokratisku siðvenju. Hetta veit altjóða dómstólurin í Haag alt um.

Ódemokratiskur tjóðskaparligur dominansur
Tað er ein útbreidd fatan, at okkara almennu loftmiðlar hava stuðlað meiri undir loysingarhallan tíðindaflutning enn undir felagsskapssinnaðan tíðindaflutning. Hanus Kamban, rithøvundur, sum fekk mentanarvirðisløn landsins í ár, sigur í blaðsamrøðu í Sosialinnum 2/6-04, »at tjóðskaparliga umboðanin í føroyska mentanarlívinum er ov sjónlig og ávirkandi«. Møguliga er grund til at halda, at tað finnast fleiri smáir »Trojanskir hestar« runt um, og tí eigur Føroya fólk ikki bara at lata standa til, men vísa ábyrgd fyri tí demokratiska samfelag og tess lívsfrælsi, sum vit í felagsskapi hava uppbygt og eru góð við.