Átrokandi neyðugt við hjálp til tey heimleysu

Tað er ein skomm fyri samfelagið, at vit einki hava at bjóða teimum heimleysu, sigur Niels Edvard Olsen, leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum.

Trupulleikin við teimum heimleysu í Føroyum økist, men framvegis kunnu tey onga hjálp fáa frá myndugleikunum, tá tey standa á gøtuni uttan hús og heim.

Fleiri og fleiri fólk leita sær hjálp á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn, har tey kunnu fáa innivist um náttina.

- - Hetta er tað einasta staðið, sum tey heimleysu hava at taka til, um tey ynskja innivist um náttina, sigur leiðarin á Herberginum, Niels Edvard Olsen.

- Men okkara tilboð er bara tað minsta, vit kunnu bjóða slíkum fólki. Tey sleppa at sova inni, fáa mat og sleppa at vaska sær sjálvum og klæði.

Á Herberginum eru sjey kømur, har fastbúgvandi halda til, og síðani eru rúm til tey, sum hava brúk fyri innivist um náttina. Har er opið frá klokkan 10 á kvøldi til klokkan 10 á morgni.


Fleiri og fleiri

Talið á teimum, sum yvirnátta á Herberginum, økist í hvørjum. Í fjør yvirnáttaðu 1274 fólk har, meðan talið í ár longu er farið upp um tey 1100. Tá árið er av, fer talið at verða munandi hægri enn í fjør.

- Tá vit byrjaðu við Herberginum kom tað javnan fyri, at eingin yvirnáttaði onkra nátt, men tað kemur als ikki fyri longur. Nú er altíð fólk her, og viðhvørt er so trongligt, at skal tú verður noyddur at gleiva upp um kroppar allastaðni, sigur Niels Edvard Olsen.

Tað er ymiskt, hvussu nógv fólk yvirnátta hvørja nátt á Herberginum, men talið liggur frá eini sjey og upp um tey 10.

- Fyri tað mesta eru tað tey somu andlitini, sum ganga aftur, men vit síggja eisini nýggj andlit viðhvørt. Tá eru tað ofta fólk av bygd, sum eru strandað í Havn, og hava brúk fyri einum staði at yvirnátta, áðrenn tey fara heimaftur, sigur Niels Edvard Olsen.


Øll sleppa inn

Meðan treytir verða sett teimum, sum eru fastbúgvandi á Herberginum, verða ongar serligar treytir sett teimum, sum kom á Herbergið fyri náttina.

- Vit plaga at biðja tey um at lata okkum rúsevni, tendrarar og møguligan knív, men tað verður bara gjørt av trygdaráðum, og tey fáa alt aftur, tá tey fara avstað aftur, sigur Niels Edvard Olsen.

- Øll, sum koma á gátt, sleppa inn. Einasta er, at tey ikki gera seg inn á nakran og uppføra seg nøkunlunda, sigur hann.

Sengurnar á Herberginum eru altíð fullar, og tí sova fólk eisini á madrassum á gólvinum.

- Vit hava tveym rúm, har menn og kvinnur eru fyri seg, men ofta verða vit noydd at leggja fólk á gólvið í rúminum, har vit eta.


Átrokandi við hjálp

Í leygardagsblaðnum høvdu vit samrøðu við Martin Eliassen úr Klaksvík, sum ongastaðni hevði at búgva. Antin yvirnáttaði hann á Herberginum hjá Frelsunarherinum, ella mátti hann sova úti - eitt nú á Skansanum.

Martin kendi seg noyddan at fara til Havnar fyri at fáa tak yvir høvdið, og sambært leiðaranum á Herberginum eru tað fleiri onnur fólk, sum koma av bygd, tí haðani tey koma er einki tilboð til tey.

- Tað er ein skomm fyri samfelagið, at vit einki hava at bjóða teimum heimleysu. Teir gomlu vóru frægari, enn vit eru, tí teir tóku sær altíð av hvørjum øðrum, sigur Niels Edvard Olsen.

- Eg sigi ikki, at fólk skulu taka heimleys inn til sín, men tað má finnast eitt alment tilboð til hesi fólkini, og tað gerst meira og meira átrokandi at fáa okkurt gjørt, tí trupulleikin bara økist.


Orð loysa ongan trupulleika

Almannastovan kann ikki bjóða teimum heimleysu nakran bústað, men vísa til tann privata íbúðarmarknaðin, har tey heimleysu ongan kjans hava fyri at finna eina íbúð.

- Nógv av hesum fólkunum eru tungir brúkarar, og í hesum døgum, tá eftirspurningurin eftir íbúðum er so stórur, hava tey ongan møguleika at finna sær nakað at búgva í, sigur Niels Edvard Olsen.

Og hesi fólkini enda so á Herberginum hjá Frelsunarherinum, tí tað er einasti og seinasti møguleikin, tey hava fyri at fáa innivist.

- Tey fólkini, sum yvirnátta hjá okkum, renna frá Per til Pól fyri at fáa hjálp, men øll standa hjálparleys. Myndugleikarnir mugu taka seg saman, tí tað loysir ongan trupulleika, at tað bara verður tosa um at gera okkurt, sigur Niels Edvard Olsen.

- Orð eru góð, men tey nøkta ongan tørv hjá teimum heimleysu, slær hann fast.