Trý skip og nakrir útróðrarbátar hava seinastu dagarnar landað í Sørvági. Í gjár landaðu partrolararnir Vesturvarði og Vesturskin í Sørvági. Teir høvdu umleið 205.000 pund av upsa tilsamans.
Garnaskipið Drelnes landar í Sørvági í dag, og teir hava umleið 16.000 pund av havtasku.
Úr Sørvági verður sagt, at nakrir bátar hava verið við snellu seinastu dagarnar. Onkur hevur fingið eitt sindur, men sum heild hevur útróðurin verið smáligur.
Línuútróður er lítil og eingin í løtuni, men glastrevjabáturin Lírðaberg hevur verið við kalvalínu í nakrar dagar.
Á Landingarmiðstøðini í Sørvági verður sagt, at Lírðaberg eftir at hava roynt í einar tríggjar dagar avreiddi 1200 pund av kalva og nakað av skøtu og øðrum fiski.
Veðurvánirnar fyri teir næstu dagarnar eru góðar, og tí kann roknast við, at nakað av útróðrarfiski aftrat kemur upp á land í Sørvági tað, sum eftir er av hesi vikuni.