Trol-og línufiskur í Klaksvík

Hósdagin og fríggjadagin fara tilsamans seks línuskip at landa í Klaksvík Ísfiskatrolararnir Navarin og Borgarin hava landað í Klaksvík í dag. Teir høvdu eini 225.000 pund tilsamans. Skipini hava roynt eystanfyri, og meginparturin av veiðini er upsi.

Línuskipið Helena hevur eisini landað í Klaksvík í dag. Teir hava roynt á Íslandsrygginum og veiðan, sum meginparturin var toskur, vá stívliga 70.000 pund.

Seks línubátar hava boðað frá landing í Klaksvík hósdagin og fríggjadagin.

Klakkur, Ågot og Froya landa hósdagin, og Jákup B, Kvikk og Polarstjørnan landa fríggjadagin.

Í gjár vóru fleiri bátar í Klaksvík á útróðri, og millum hesar hevði 80-tonsarin Líðhamar stívliga 9.000 pund á umleið 60 stampum.