Tróndur toppskjútti í stórsigri - Helgi og Pauli taptu á útivølli

Ein misjavnur dagur hjá føroyingaliðunum í norskum hondbólti í dag

Tróndur Mikkelsen hevði í dag vitjan av pápanum, Hans Jákup sum í sínari tíð var ein knáur leikari hjá GÍ í fótbólti

Føroyingar vóru í leiki fyri tvey lið í norskum hondbólti í dag.

 

Í bestu deildini høvdu Helgi H. Hoydal, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Kristiansand sera torføra uppgávu á útivølli móti krútsterka liðnum, Drammen sum hevur verið millum fremstu liðini í Noregi seinnu árini.

 

Drammen vann eisini greitt 35-26 á Kristiansand. Í steðginum var Drammen á odda 20-13.

 

Helgi skoraði trý mál uppá sjey málroyndir. Pauli hevði fýra royndir uppá málið hjá Drammen, men hann fekk einki mál í dag.

 

Bækkelaget vann uttan Kjartan Johansen á liðnum í dag 28-27 (15-14) á Arendal á útivølli.

 

Bækkelaget er nummar fimm í deildini við 10 stigum. Kristiansand er nummar seks í deildini, somuleiðis við 10 stigum. Kolstad er fremst við 16 stigum, og Drammen er nummar tvey við 14 stigum.

 

Komandi mikukvøld spælir Bækkelaget á útivølli móti Elverum. 19. november tekur Kristiansand móti Elverum á heimavølli. 

 

Í næstbestu deildini gjørdi Tróndur Mikkelsen aftur vart við seg fyri Ryger Stavanger í dag.

 

Tróndur gjørdist toppskjútti við sjey málum, tá Ryger vann stórsigur 32-23 á Falk. Í steðginum var Ryger á odda 16-10. 

 

Julian J. Kragesteen skoraði tvey mál fyri Ryger í dag.

 

Ryger er nummar nummar sjey í deildini við 10 stigum. Viking TIF er fremst í deildini við 16 stigum. 

 

Tróndur Mikkelsen hevði í dag vitjan av pápanum, Hans Jákup sum í sínari tíð var ein knáur leikari hjá GÍ í fótbólti