Tróndur var besti leikarin móti toppliðnum Kolstad

Kristiansand eru enn ikki bjargaðir frá at spæla upp- og niðurflytingardystir

Landsliðsleikarin, Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand høvdu í dag torføran arbeiðssetning í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Í Aquarama høllini í Kristiansand tóku Tróndur og liðfelagarnir móti toppliðnum, Kolstad.

 

Kristiansand mátti lúta 28-33 fyri Kolstad, ið var frammanfyri 15-12 í steðginum.

 

Tróndur skoraði fýra mál, og sambært heimasíðuni hjá norska hondbóltssambandinum var hann besti leikarin hjá Kristiansand í dystinum.

 

Kristiansand er fimtaftast í deildini við 15 stigum. Teir eru eitt stig omanfyri Fjellhammer, ið er á triðaftasta plássinum við 14 stigum.

 

Trið- og næstaftasta liðið mugu aftaná lokið grundspæl spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr næstbestu deildini.

 

Komandi sunnudag spælir Kristiansand dyst á útivølli móti Bergen. Seinasti dysturin hjá Kristiansand í grundspælinum verður á heimavølli móti Arendal, sunnudagin 6. apríl.