Troystarorð frá Eivør

Longsulin heim til Føroyar hevur givið tekstunum á nýggju fløguni hjá Eivør ein serliga persónligan og troystarfullan dám

 

Í morgin kemur nýggja fløgan hjá Eivør Pálsdóttir, “Mannabarn”, á gøtuna. Nøkur av løgunum hava í eina tíð verið at hoyrt á heimasíðuni hjá Eivør, og sum mong ivaleyst hava varnast, hava hesi løgini ein serliga inniligan dám.

- Sum útiseti fært tú eina nýggja og sterkari kenslu av, hvat hugtakið “heim” inniber. Longsulin heim verður ein sterkur íblástur, og tað hevur sett sín dám á fløguna. Hetta er nokk mín mest persónliga og kensluborna útgáva higartil, sigur Eivør, sum hevur búð í Keypmannahavn seinastu árini. 



Troystarfløga

Sjálv heldur Eivør, at frástøðan til heimlandið, vinfólk og familju hevur gjørt hana meir tilvitaða um, hvussu vit menniskju hava tað við hvørjumøðrum.

- Eg eri nokk vorðin meir eym um, hvussu míni nærmastu hava tað. Til dømis skrivaði eg sangin “Grát ei” til eina vinkonu, sum eitt tíðarsekeið hevði tað sera ringt, sigur Eivør og leggur afturat, at í so máta er “Mannabarn” kanska eitt slag av troystarfløgu.

Ein reyður tráður í tekstunum tykist í øllum førum vera troystarfulla trúgvin á, at tað dapra ongantíð heilt fær valdið. Handan myrkrið hómast altíð eitt ljós, aftanfyri grátin hoyrist altíð látur, og í sorgini kennast altíð brá av gleði.

Eivør hevur lagt serliga nógva orku í tekstirnir á nýggju fløguni, har hon hevur skrivað átta av teimum nýggju løgunum sjálv.

- Í so máta er hetta nokk mín mest búna fløga higartil, har eg eisini eri rættiliga tilvitað um, hvar eg standi tónleikaliga. 



Verjir sítt frælsi

At finna sítt egna fótafesti tónleikaliga forðar tó ikki Eivør í lata seg inspirera av øðrum.

- Eg eri sera impulsiv og verði typiskt fullkomiliga bergtikin av onkrum. Á “Mannabarn” er tað írska tónleikin, eg havi gravað meg í og so at siga latið í mín egna tónleikaliga kjóla, sigur Eivør.

Fyri Eivør verður hennara tónleikaliga frælsið ongantíð til diskussión. Tí gongur hon heldur ikki serliga høgt upp í, hvat ummælarar meina um hennara tónleik.

- Eg eri nokk bangin fyri, at eg ótilvitað fari at laga meg eftir teirra meiningum. At missa meg sjálva burtur tónleikaliga er á leið tað ringasta, sum kann henda fyri meg, sigur Eivør, sum leggur doyin á at verja sítt tónleikaliga frælsi. 



Serlig uppliving

Eivør viðgongur, at hon gleðir seg sum eitt barn, nú “Mannabarn” er á veg í handlarnar.

- Hetta er ein fløga, sum stendur mínum hjarta serliga nær, og eg havi eina góða kenslu við henni. Eg havi arbeitt við fløguni í tvey ár, og onki á henni er latið til tilvildina, sigur Eivør, sum samanumtikið metir fløguna vera meira lurtaravinarliga enn tær undanfarnu.

At nakrir av bestu og navnframastu írsku tónleikararnum eru við á “Mannabarn”, hevur gjørt arbeiðið við fløguni til eina heilt serliga uppliving fyri Eivør.

- Tað er ótrúliga inspirerandi at arbeiða saman við so dugnaligum tónleikararum. Tú verður líkasum lyft upp á eitt hægri tónleikaligt støði, og tað kennist ómetaliga mennandi, sigur Eivør, sum hevur útgávukonsert saman við írsku tónleikararnum á G! festivalinum. 


------------------

Í blaðnum í morgin hevur Petur Háberg eitt longri ummæli av nýggju fløguni hjá Eivør Pálsdóttir