Hóast tað eydnaðist FC Keypmannhavn at vinna dystin ímóti Brøndby í superliguni 1-0, var venjarin hjá FCK ikki heilt nøgdur við avrikið.
- Tað er sjáldan, at eg havi sæð so nógvar av okkara spælarar spæla illa. Fleiri av spælarunum tykjast sera tungir, eftir at teir hava verið úti við landsliðum, segði Ståle Solbakken eftir dystin.
Hann ætlar sær at spara onkrar av teimum troyttu spælarunum í komandi dystum.