Truckerfestivalurin 2008

Seinasta vikuskifti var Truckerfestivalurin hildin í Klaksvík.

Truckerfestivalurin hevur verið hildin hvørt ár síðan 2003. Fyrstu fimm árini var hann verið í Runavík, og hetta var fyrstu ferð hann varð hildin í Klaksvík


Truckerfestivalurin 2008 varð hildin leygardagin 30. og sunnudagin 31. august í Klaksvík. Eftir at borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, hevði sett festivalin var skipað fyri ymiskum tiltøkum, t.d. var bilboksing á sandinum, og Klaksvíkar Sløkkilið klipti ein lastbil sundur. Leygarkvøldið var steypahandan, og sunnudagin vitjaði Trøllapætur.


Tilsamans 78 bilar vóru til Truckerfestivalin, og hetta er tað mesta nakarantíð.

Fyrireikararnir av festivalinum, Leif Eliasen og Hugo Skorastein, vóru sera væl nøgdir við luttøkuna og við góða samstarvið við Klaksvíkar Kommunu og við Føroya Shell, sum nú er ein samstarvsfelagið hjá Truckerfestivalinum. Eisini vitjaðu nógv fólk festivalin.


Festivalurin endaði sunnudagin seinnapartin við at bilarnir koyrdu ein framsýningartúr gjøgnum býin á veg til hús.


mg