Trúgv og drúgv í tænastu fyri kommununa

Á hátíðarløtu í síðstu viku takkaði Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, tveimum starvsfeløgum fyri 30 og 35 ára tænastu

Í farnu viku var lítil hátíðarløta á kommunuskrivstovuni í Sørvági, har tvey starvsfólk fingu eina tøkk fyri drúgva tænastu.

 

- Tað eru tey bæði, Sunrid Rasmussen og John Edvin Joensen, sum hava starvast hjá Sørvágs kommunu í ávikavist 35 og 30 ár. 

 

Í Sørvágs kommunu vísa tey á, at Sunrid starvast í fyrisitingini sum skrivari, men tá hon byrjaði í kommununi, var tað sum tekniskur assistentur.

 

- John Edvin kom í starv sum arbeiðsmaður og hevur tey seinastu nógvu árini verið arbeiðsformaður hjá kommununi.

 

Á hátíðarløtuni takkaði Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, teimum fyri tíðina.

 

Sunrid Rasmussen og John Edvin Joensen fingu eina jóladekoratión og eina gávu við sær í part - við ynskjum um alt tað besta og blíðan byr.