Norðurkoera hevur við rakettroynd víst vanvirðing fyri grannum sínum og øllum ST, sigur Donald Trump, sum umhugsar svar.
Allir møguleikar verða umhusaðir viðvíkjandi Norðurkorea, sigur amerikanski forsetin, eftir at Norðurkorea aftur hevur framt eina royndarspreinging við eini langtrøkkandi rakett.
Norðurkoreanska rakettin, sum varð skotin út í dag, fleyg yvir japanskum øki og lendi á sjónum.
– Heimurin hevur fingið seinastu boðini frá Norðurkorea – og svarið er púra greitt:
– Hatta stýrið vanvirðir grannar sínar, øll limalondini í ST og førir seg fram á sera lágum støði, sigur Donald Trump sambært tíðindastovuni dpa.
Hesar hóttandi og destabiliserandi gerðirnar føra bara tað við sær, at vit mugu avbyrgja landið enn meira, segði forsetin.
Ein talskvinna í uttanríkisráðnum í Kina segði í einum boðum, at tað nyttar einki at leggja trýst á Norðurkorea. Tiltøk eru ikki vegurin fram, ljóðar úr Beijing. Samskiftið er svarið.
Tað er fyrstu ferð síðani 2009, at Norðurkorea hevur sent rakett yvir japonskum øki, skrivar tíðindastovan Reuters.
Rakettin fór í sjógvin 1180 kilometrar eystan fyri Cape Erimo, sum liggur á japansku oynni Hokkaido.
Rakettin hevði tá flogið 2.700 kilometrar, og náddi upp í 550 kilometra hædd.
/ritzau/