Trump avlýsir nýggj álop á Venezuela eftir at fangarnir eru leyslatnir

Donald Trump skrivar á Truth Social, at ein nýggj bylgja av amerikanskum álopum á Venesuela er avlýst.

Mynd: Alex Wong/AFP/Ritzau Scanpix

Hóttanin um fleiri amerikansk álop á Venezuela er avlýst fyribils.

 

Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á sosiala miðlinum Truth Social.

 

Hann grundgevur fyri avgerðini við viljanum hjá venezuelanum at samstarva við amerikanarar, sum millum annað hevur sæst aftur í at fylgja ynskinum hjá Trump um at lata eitt stórt tal av politiskum fangum leysar.

 

– Orsakað av hesum samstarvsvilja havi eg avlýst frammanundan væntaðu aðru bylgjuna av álopum, sum ikki longur tykist vera neyðug.

 

– Men øll skip verða verandi har tey eru av trygdarávum, sigur forsetin.

 

/Ritzau/

 

Mynd: Alex Wong/AFP/Ritzau Scanpix