Trump er til reiðar at ofra Ukraina fyri sína “America First”-hugsjón

Í nátt var kjak millum Donald Trump og Kamala Harris - helst einasta beinleiðis kjak, ið verður teirra millum fram til forsetavalið í november. Nógv kundi verið viðmerkt burtur úr rúgvuni, men eitt serliga áhugavert evni er uttanríkispolitikkurin.

Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix

Í morgun (11. sept. 2024) skrivaði DR grein við hesi yvirskrift: “Da Trump blev spurgt, om Ukraine skal vinde krigen, nægtede han at svare”. Hetta er eitt evni, har Trump er rættiliga greiður. Um hann verður forseti, vil hann enda Ukraina-kríggið upp á bert eitt samdøgur. Soleiðis segði hann so seint sum í juni, og tað kom eisini fram í kjakinum ímóti Harris. 

 

Fyrrverandi forsetin segði fleiri ferðir í kjakinum, at kríggið í Ukraina skal fáa ein enda, og at hann er maðurin, ið kann fáa hetta at henda. Men heilar tvær ferðir lat hann vera við at svara upp á beinleiðis spurningin, um hann helt, at Ukraina skuldi vinna kríggið.

 

Fyri umheimin er rættiliga greitt, at Trump er til reiðar at ofra partar av Ukraina "fyri frið skyld" (les: fyri búskaparvøksturs skyld). Sannlíkt vil Trump eisini vera til reiðar at ofra onnur smálond fyri at sleppa undan slítandi konfliktum við onnur stórveldi. Trump er jú "isolationistur", ið merkir, at hann fyrst og fremst vil fokusera á USA. Hugsjónin hjá Trump er "America First".

 

Við øðrum orðum kann Putin sostatt rokna við at fáa eitt munandi lættari spæl, um Trump aftur verður valdur til forseta. Í greinini “Ukraine’s Plan to Survive Trump” hjá Time Magazine (23. juli 2024) er henda meting at lesa: “Trump would be likely to slash aid to Ukraine and push Zelensky to accept a peace deal skewed heavily in Russia’s favor. Like previous U.S. presidents, Trump could also seek a reset in relations with Vladimir Putin at the start of his term.”

 

“America First” - gamalt vín í nýggjum fløskum

 

“America First” er ikki nøkur nýggj hugsjón, men stavar frá tíðini áðrenn seinna heimskríggj. Eftir 1945 hava bæði republikanskir og demokratiskir forsetar sæð seg sum leiðarar av fría heiminum, og Trump er tískil í beinleiðis andsøgn við allan amerikanskan uttanríkispolitikk síðani seinna heimskríggj. Trump hevur hinvegin nógv til felags við politikarar, ið ráddu fyri borgum í USA í millumkrígstíðini. Heilt fram til seinna heimskríggj var meirilutin av amerikanska fólkinum nógv meiri í tráð við nationalar og isolationistiskar meiningar à la Trump enn við liberalu, internationalistisku hugsjónina, ið skapti “Amerikonsku øldina” (The American Century) frá seinna heimskríggi og fram.

 

Í millumkrígstíðini royndi USA at søkja ávirkan uttan at binda seg ov nógv at øðrum londum. Trýstið var tí meiri unilateralt og stýrt av búskaparligum áhugamálum - júst sama tankagongd, ið Trump hevur í dag. Viðhvørt skuldi man trúð, at Trump veruliga er komin úr 1920’unum fram í 2020’ini í eini tíðarmaskinu, tí á øgiliga nógvar hættir - ikki bert viðvíkjandi uttanríkispolitikki - minnir hann um amerikanarar frá hesi tíðini. Panamahattur og “spats” høvdu ikki gjørt tað verri. “Noncommitment”-strategiin - ikki at vilja binda seg - vísti seg at rigga sera illa í 1930’unum, men júst hetta er tað, ið Trump og hansara “America First”-hugsjón stendur fyri.

 

Í millumkrígstíðini vóru fá verulig sameind og ongar altjóða verjusamgongur. Hvørt land mátti verja seg sjálvt í leysum samstarvi við onnur samsint. Heimurin var vandamikil og endaði við bæði búskaparligum og hernaðarligum vanlukkum, ið stóðust av, at ongar altjóða institutiónir vóru at regulera hesi viðurskifti. Eftir kríggið vórðu nógvir altjóða felagsskapir stovnaðir, m.a. ST (United Nations), WTO (World Trade Organization), IMF (International Monetary Fund) og ikki minst NATO (North Atlantic Treaty Organization). Hesir felagsskapir hava verið við til at stýra heimin gjøgnum brotasjógvar hesi seinastu 80 árini - misjavnt, gaman í, men tó.

 


Trump er anti-globalistur

 

“America First”-hugsjónin hjá Trump er ein endurtøka av teimum sváru feilum, ið USA gjørdi í millumkrígstíðini. Trump talar populistiskt til vanligar amerikanarar, ið ikki orka meiri kríggj og ikki longur vilja ofra seg fyri globaliseringini, ið mest tænir teimum á ovastu rók. Tí er hesin grýturætturin av isolationismu, protektionismu, nationalismu og “noncommitment” - alt væl blandað saman við populismu - ein væl umtókt politisk vøra, ið ger Trump væl dámdan millum “fólkið” í andsøgn við eliteru Harris, ið er betri umtókt millum hægru stættirnar.

 

At Trump harumframt tykist hava einaræðisligar tendensir, ger ikki støðuna betri. At hann fraterniserar við Vladimir Putin, Kim Jong Un o.l. boðar ikki frá góðum. Endurlesið m.a. brotið “Trump og einaræðisliga lakmus-testin” í grein míni “Amerikanska fólkaræðið á einum vegamóti”, ið eg skrivaði stutt fyri Ólavsøku.

 

Serliga hansara støða til NATO er ein trupulleiki, ið kemst av hansara ynski um isolationismu og “noncommitment”. Longu í 2017 setti hann spurnatekin við grein 5 í NATO-traktatini, ið sigur, at álop á eitt limaland er álop á øll limalond. (Eisini kent sum “musketer-paragraffin”.) Síðani hevur hann enntá sagt, at lond, ið ikki gjalda nóg nógv til sína egnu verju, mugu sigla sín egna sjógv. Russland kann gera “whatever the hell they want”, sum hann tók til í vár. Ein beinleiðis innbjóðing til Putin at leypa á. Joe Biden var tá skjótur at samanbera Trump við ein mafia-gangstara, ið vil hava verjupengar afturfyri at verja veikari lond. “Principles never matter, everything is transactional” / “When he looks at NATO, he doesn’t see the alliance that protects America and the world, he sees a protection racket”, segði Biden sambært Time Magazine 13. februar í ár. (Biden Tears Into Trump’s NATO Comments: ‘Shameful’ and ‘Un-American’.)

 

Á talarastólinum hjá ST-aðalráðnum í 2018 segði Trump einki minni enn “We reject the ideology of globalism, and we embrace the doctrine of patriotism.” So seint sum í 2024 spurdi hann “Why would we defend somebody?” og segði, at globalar bindingar hava ikki gagnað amerikanska fólkinum. Hetta varð sagt í samrøðugreinini “How Far Trump Would Go” við Eric Cortellessa (Time, 30. apríl 2024), har hugtakið “Transactional isolationism” eisini kemur fram, ið eftir mínum tykki sera væl lýsir uttanríkispolitisku hugsjónina hjá Trump.

 

Og soleiðis kann man halda fram við at finna skelkandi uttanríkispolitiskar útsagnir hjá Trump, um bara man leggur í at leita eitt lítið sindur. Vónandi kann hendan grein vísa áhugaðum veg inn í evnið.

 

Nei, Trump, Putin er ein falskur vinur

 

Aftur til kjakið millum Trump og Harris: Ein av undiryvirskriftunum í greinini hjá DR er soljóðandi: “Harris til Trump: Putin ville spise dig til frokost” - ella “Putin would eat you for lunch”. Við hesum vísti Harris á, at Trump er vandamikið naivur, tí hann heldur, at man kann gera avtalur við Putin. Men sum Sjúrður Skaale segði so væl fyri einum ári síðani, er “samstarv við eina krokodillu eingin trygd fyri, at hon ikki etur teg”. Soleiðis er við Putin. Gevur tú honum lítlafingurin, vil hann taka alla hondina. Soleiðis minnir Putin í ávísan mun um Hitler og Trump um Chamberlain. 

 

Harris helt í kjakinum lítið um, at Trump segði seg kunna steðga krígnum við einum telefonkalli. Hon gjørdi eisini gjøldur við, at Trump segði seg vera vin við Putin. Harris segði, at talan er um eitt falskt vinarlag við ein, tú heldur vera ein vinur. So hugdi hon at Trump og segði, at í veruleikanum er hann ein einaræðisharri, ið kann eta teg til døgurða. At enda legði hon afturat, at einasta orsøk til, at Donald Trump sigur, at kríggið vil vera av um 24 tímar er, at hann vil uppgeva tað.

 

Trump er uttan iva bráður av lyndi og hevur ikki tol við drúgvar diplomatiskar mannagongdir. Hann heldur altjóða politikk vera sum eina business-avtalu - og at til ber at gera “deals” við einaræðisharrar kring heimin. Men uttan “drúgva tunga hálið” fer USA lítið at megna á altjóða pallinum. Um Trump verður afturvaldur, megnar at gjøgnumføra sína America First-hugsjón og sína isolationistisku og anti-globalistisku strategi, so endar “Amerikanska øldin” brátt.

 

Og tað eru tað uttan iva nógv, ið ynskja…

 


Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur 

 

Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix