Tað gjørdi hann á veljarafundi í Orlando í Florida, har um 20.000 fjepparar vóru møttir at stuðla forsetanum.
Trump segði millum anna, at forsetavalið í 2016 var ein »avgerandi løta« í amerikonsku søguni, og at landsins búskapur ongantíð hevði verið betri.
Tá Trump fór undir valstríðið í 2016 var tað við eyðkenda slagorðini »Make Americ aGreat Again«.
Okkurt bendir á, at reyðu kapparnir ikki vera við hesaferð.
Forsetin umhugsar at broyta orðini hesaferð til »Keep America Great«.
/ritzau/