Trump forseti fer at hitta forsetarnar í bæði Russlandi og Ukraina, um "alt gongur væl".
Í tí førinum væntar hann at hava ein trípartafund við russiska leiðaran, Vladimir Putin, og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky, við tí endamáli at enda stríðið millum londini.
Tað segði hann sambært AFP undan fundinum við Zelensky í Hvítu Húsunum mánakvøldið.
- Vit fara at hava ein fund. Eg haldi, um alt gongur væl í dag, so hava vit ein trípartafund, og eg haldi, at tað er ein rímiligur møguleiki fyri at enda kríggið, tá vit gera tað, sigur Trump, sum hevur Zelensky við síðuna av sær í Hvítu Húsunum.
Trump segði eisini, at hann heldur, at russiski forsetin Putin eisini vil hava ein enda á blóðuga krígnum í Ukraina, sum hevur vart umleið hálvttriðja ár og kostað fleiri hundraðtúsund mannalív.
Men Trump avsannar, at vápnahvíld er neyðug, áðrenn ein friðaravtala kann gerast.
- Strategiskt kann tað vera ein vansi fyri ein av pørtunum, segði hann, sambært bretsku BBC.
Áðrenn umstrídda fundin við Putin fríggjadagin í Alaska hevði hann annars hildið, at skjótt skuldi fáast ein vápnahvíld, áðrenn friðarsamráðingarnar kundu byrja.
Eftir ætlan skal Trump tosa við Putin eftir fundin við Zelensky, segði hann sum endarøðu til journalistarnar.
- Hann væntar at eg ringi, tá vit eru liðug við hendan fundin, segði Trump.
Hann segði eisini, at hann "bara tosaði" við Putin "óbeinleiðis", áðrenn fundurin við Zelensky byrjaði.
Spurdur um trygdarváttan, sum er eitt tað mest avgerandi málið fyri Ukraina, fer Trump ikki at svara beinleiðis, um hetta fevnir um friðarvarðveitandi herdeildir t.d.
- Vit fara at geva teimum sera góða verju, sera góða trygd, fer hann bara at siga.
Tá Zelensky verður spurdur, um Ukraina serliga hevur brúk fyri hermonnum, vápnum, ammunitión ella onkrum heilt øðrum, svarar hann:
- Alt.
- Tað er sett saman av tveimum pørtum. Fyrst ein sterkur ukrainskur herur. Og tað snýr seg í stóran mun um vápn, starvsfólk og venjing. Og fregnir, sigur hann.
Hann leggur afturat, at hann fer at umrøða tørvin hjá Ukraina við samstarvsfelagarnar hjá landinum - "tey stóru londini", eitt nú USA.
Ein røð av evropeiskum leiðarum, eitt nú forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, og Nato-leiðarin, Mark Rutte, koma við á fundinum millum Trump og Zelenskyy seinni i kvøld okkara tíð.
Ukrainski forsetin byrjaði fundin við Trump við at takka honum hjartaliga fyri at hava verið vertur fyri samráðingunum, sum seinni skuldu víðkast til at fevna um evropeiskar leiðarar mánadagin.
- Takk fyri boðini, og hjartaliga takk fyri tykkara persónligu átøk at steðga drápunum og enda hetta stríðið, segði Zelensky.
Ein fundur í Hvítu Húsunum í februar fekk eina sera sensationella vending, tá amerikanski varaforsetin, J. D. Vance, framman fyri rullandi myndatólum, munnliga legði á Zelensky fyri ikki at hava takkað Trump og USA nóg nógv.
/Ritzau/