Trump: Hópdráp í Texas snýr seg ikki um vápn

Skottilburðurin í Texas í gjár er úrslit av »psykiskum heilsutrupulleikum«. Tað snýr seg ikki um vápn, heldur Donald Trump

Skottilburðurin í Texas í gjár er úrslit av »psykiskum heilsutrupulleikum«. Tað snýr seg ikki um vápn, heldur Donald Trump.

 

Amerikanski forsetin staðfestir eftir hópdrápið í Texas í gjár, at USA hevur »stórar trupulleikar við mentalu heilsuni«.

 

Skottilburðurin í eini kirkju í amerikanska statinum, har 26 fólk doyðu, er sambært Donald Trump ein »mentalur heilsutrupulleiki á hægsta stigi«.

 

Tað snýr seg ikki um vápn, heldur forsetin.

 

– Tíbetur var tað ein annar við vápni, sum skeyt hinvegin, sigur Trump.

 

Illgerðarmaðurin var sambært Trump ein »sinnissjúkur« maður.

 

Hann skeyt eftir kirkjufólkinum við automatriflu í lítla býnum Sutherland Springs.

 

Maðurin var í skottryggum vesti undir álopinum. Tveir persónar í einum bili jagstraðu illgerðarmanin, sum koyrdi út av vegnum.

 

Løgreglan fann stutt eftir illgerðarmannin deyðan í bilinum, sum hevði rent út av vegnum á markinum millum teir báðar býirnar Wilson og Gaudalupe.

 

Enn er óvist, um maðurin hevur skotið seg sjálvan, ella um hann varð dripin av einum sivilum, sum skeyt ímóti honum.

 

Løgreglan fann fleiri vápn í bilinum, sum maðurin koyrdi í.

 

Tey, sum doyðu, vóru í aldrinum 5 – 72 ár, og vóru í kirkju hjá First Baptist Church í Stherland Springs, sum er ein býur við umleið 400 íbúgvum umleið 50 kilometrar í ein landssynning úr San Antonio.

 

Løgreglan hevur eftir álopið kannað bakgrundina hjá illgerðarmanninum.

 

Amerikanskir miðlar skriva, at talan er um ein 26 ára gamlan mann, sum hevur verið í flogvápninum.

 

Hann var tveittur úr flogvápninum í 2014, tá hann hevði verið settur fyri ein hernaðardómstól tvey ár frammanundan.

 

 

/ritzau/Reuters