Tað segði Donald Trump á tíðindafundinum sambært AFP.
– Eg fari ikki at loyva einum yvirgangsstýri at halda heimin sum gísla og royna at steðga heimsins oljuveiting. Og ger Iran tað, so verða tey rakt nógv, nógv harðari, segði hann.
Donald Trump heldur eisini, at nýggi andaligi leiðarin í Iran, Mojtaba Khamenei, fer at føra Iran til somu trupulleikar, sum pápin.
Mojtaba Khamenei, sum er sonur dripna ayatollah, er valdur til nýggjan hægsta leiðara í Iran, men Donald Trump er ”vónbrotin” av valinum, sigur hann.
– Nýggi iranski leiðarin fer at elva til fleiri av somu trupulleikum fyri Iran, sigur Trump.











