Trump: Joe Biden er ikki ov gamal

Tá demokratiski Joe Biden varð valdur sum forseti í 2020, var hann tann elsti, sum er valdur til embætið nakrantíð.

 

Donald Trump heldur ikki, at núverandi amerikanski forsetin, Joe Bide, er ov gamal til embætið. (Arkivfoto). - Foto: Jose Luis Magana/Ritzau Scanpix

Ta metið kann republikanski Donlad Trump tó sláa, um hann vinnur valið í 2024. 

Fyrrverandi forsetin var í eini samrøðu í NBC sendingini »Meet the Press« – sum verður sent sunnudag, spurdur um aldrandi politikarar í USA. 

– Nakrir av heimsins størstu leiðarum hava verið oman fyri 80 ár. Ikki, at eg eri so nær við at vera 80, sigur 77 ára gamli Trump og leggur afturat:

– Og Joe Biden er heldur ikki ov gamal. Men eg haldi, at hann er inhabilur, og tað er ein nógv størri trupulleiki.

Vinnur Biden valið næsta ár, verður hann til tað tíð 81 ár.

/ritzau/TT/NTB

 

 

Donald Trump heldur ikki, at núverandi amerikanski forsetin, Joe Bide, er ov gamal til embætið. (Arkivfoto). - Foto: Jose Luis Magana/Ritzau Scanpix