Amerikanarar skulu ikki lata tað ónda vinna, men skulu vera "sterkir og miðvísir" hóast drápsroyndina á Donald Trump.
Tað skrivar fyrrverandi forsetin í einum uppslagi á sosialu miðlasíðuni Truth Social seinnapartin sunnudagin okkara tíð.
- Í hesi løtu er tað týdningarmiklari enn nakrantíð, at vit standa saman og vísa okkara sanna karakter sum amerikanarar, halda okkum sterk og miðvís og ikki lata tað ónda vinna, skrivar Trump.
Sunnunáttina okkara tíð vórðu skot latin móti Trump, sum er republikanska forsetavalevnið, undir einum veljarafundi í Pennsylvania.
Hann varð raktur í høgra oyra, men fekk ikki álvarsligan skaða.
Ein áhoyrari doyði, og tvey onnur fólk fingu álvarsligan skaða.
- Tað var Gud einsamallur, sum forðaði fyri, at tað óhugsandi hendi.
- Vit verða ikki bangin, men í staðin sterk í okkara trúgv og troystarfull, tá vit koma fram fyri tí ónda, skrivar Trump.
Fyrrverandi forsetin skrivar víðari, at "vit biðja um, at tey bæði, sum fingu skaða, koma fyri seg aftur" og at "vit minnast í hjartanum borgaran, sum so ræðuliga varð dripin".
Donald Trump sigur, at hann gleðir seg til at tala í statinum Wisconsin í næstu viku, tá republikanararnir fara at halda sín stevnu í býnum Milwaukee.
Her verður Trump sambært ætlanini alment uppstillaður sum forsetavalevni hjá flokkinum.
Morðroyndin varð framd stutt fyri midnátt okkara tíð. Eftir hetta gekk ikki leingi, áðrenn Trump á Truth Social kundi fortelja, at hann var streyfaður av einum skoti í høgra oyra.
Mistonkti byrsumaðurin, sum skeyt av takinum á einum bygningi, varð skotin og dripin á staðnum av trygdartænastuni.
Talan er um ein 20 ára gamlan mann, sum er skrásettur republikanskur veljari í Pennsylvania.
Tað er í løtuni óvist, hvat motivið var aftanfyri álopið.
/ritzau/
Fyrrverandi amerikanski forsetin og núverandi forsetavalevnið, Donald Trump, lyfti eina klemmaða nev stutt eftir, at hann varð skotin undir einum stevnufundi í Pennsylvania. - Mynd: Brendan McDermid/Reuters