Trump: Næsti toppfundur við Kim Jong-un verður í Hanoi

Ein kjarnorkudumping av Koreanksu hálvoynni verður avgerandi á dagsskránni á nýggjum toppfundi í Vietnam

Ein kjarnorkudumping av Koreanksu hálvoynni verður avgerandi á dagsskránni á nýggjum toppfundi í Vietnam.

 

Amerikanski foresetin Donald Trump, skal eftir øllum at døma hitta norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un, í høvuðsstaðnum í Vietnam, Hanoi.

 

Tað skrivar forsetin á Twitter fyri fundin, sum eftir ætlan verður 27. og 28 februar.

 

– Umboðsfólkini hjá mær eru farin úr Norðurkorea eftir ein ógvuliga gevandi fund og eru samd um tíð og dag fyri annan toppfundin við Kim Jong-un, skrivar forsetin og leggur afturat:

 

– Fundurin verður í Hanoi, Vitenam, 27. og 28. februar. Eg gleði meg at síggja Kim og fremja friðarinnar søk. Ein umboðsmaður úr uttanríkisráðnum hevur verið í Pytongyang fyri at avtala næsta toppfundin millum teir báðar leiðararnar.

 

Á trígga dagar longu vitjani í norðurkoreanska høvuðsstaðum tosaðu partarnir millum annað um skuldarbinding hjá Norðurkorea til eina kjarorkudubbing.

 

Tað skrivar uttanríkisráðið í fráboðan.

 

Amerikanski umboðsmaðurin, Stephen Biegun, lendi í gjár í amerikonsku støðini í Suðurkorea eftir vitjanina í Pyongyang.

 

Norðurkorea hevur enn ikki váttað toppfundin. Kim Jong-un nevndi soleiðis heldur ikki fundin í gjár, tá hann hitti herovastar sínar.

 

Donald Trump og Kim Jong-un hittust fyrstu ferð í Singapore í juni í fjør.

 

Har vórðu teir báðir leiðararnir samdir um at arbeiða fyri eini kjarnorkudubbingn á koreansku hálvoynni.

 

Avtalan fevndi tó ikki um rætningslinjur fyri, hvussu røkkast skuldi málinum.

 

Síðani tá hevur verið stríð um samráðingarnar, og norðurkoreanska stýrið hevur ikki tikið nøkur nevniverd stig á leiðini.

 

Toppfundurin í fjør varð fyrireikaður eftir langt orðastríð millum Trump og Kim. Amerikanski forsetin kallaði í tí sambandi Kom Jong-un fyri »lítla rakettmannin« og sipaði til royndirnar hjá Norðurkorea við ballistiskum missilum.

 

Í seinastu tweetunum frá Tump er tónin tó meira diplomatiskur.

 

– Norðurkorea verður undir leiðslu Kim ein fíggjarligur valdsfaktorur. Hann fer kanska at taka onkran á bóli, men ikki meg, tí eg kenni hann og skilji, hvussu dugnaligur hann er, skrivar Trump og leggur afturat:

 

– Norðurkorea verður eitt annað slag av rakett – eitt fíggjarligt slag.

 

/ritzau/AFP