Miðlar og journalistar eru á gosi um avgerðina, sum varð tikin í gjár um, at summir miðlar ikki sluppu við til ein tíðindafund í Hvíta húsinum.
Har í millum vóru CNN, The New York Times, Los Angeles Times og aðrir miðlar, og tað hevur av álvara fingið miðlar í USA og aðrastaðni við at viðgera hetta nýggja, drastiska stigið.
Tí tað er sera óvanligt í USA, at forsetin útihýsir miðlum frá tíðindafundum. Donald Trump hevur síðani forsetavalstríðið verið hvassur í orðunum um journalistar og miðlar. Hann hevur ferð eftir ferð rópt miðlarnar fyri "lygnarar" og berarar av "fake news", men hetta er fyrstu ferð, at hann hevur tikið so ógvusligt stig.
Hendan hendingin hevur fingið miðlar og journalistar út at kjakast um, hvat hetta merkir fyri fólkaræði í USA, og samstundis hvussu miðlarnir fara at svara hesum álvarsliga álopi aftur.
Tí givið er, at miðlarnir fara ikki at gevast at viðgera Donald Trump og hansara administratión, hóast teir eru bannaðir frá Hvíta Húsinum.