Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur ætlanir um at fara úr Washington D. C. um morgunin sama dag, sum demokraturin Joe Biden verður tikin í eið sum forseti. Og tað verður valla gjørt í stillum.
Tað upplýsa keldur, sum vita um ætlanirnar hjá forsetanum, fyri tíðindastovuni dpa. Fleiri aðrir miðlar hava eisini fingið partar av ætlanunum váttaðar.
Trump hevur longu sagt, at hann verður ikki við, tá Joe Biden verður tikin í eið.
Í staðin ætlnar hann sær eitt »stórsligið fráfaringarhald«, skrivar dpa.
Á vøllinum framman fyri Hvítu Húsunum fer Trump á veg út úr embætisbústaðnum sambært dpa at verða heilsaður av fagnaðarrópum frá starsvfólkum við amerikonskum fløggum.
Síðani fer hann til hernaðarstøðina Joint Base Andrews, har reyður leypari bíðar honum, og eitt hernaðarorksetur spælir, og har 21 skot verða latin av at heiðra honum, upplýsir ein av keldunum.
Síðani bíðar ein fráfaringartúrur í forsetaflogfarinum »Air Force One«, til Palm Beach í Florida, og á frítíðarstaðnum Mar-a-Lago, sum Trump sjálvur eigur, fer hann helst at vera fyrstu tíðina sum fyrrverandi forseti.
Ein kelda leggur tó dent á sambært tíðindastovuni Reuters, at ætlanirnar skjótt kunnu broytast.
Tað er ikki greitt, um fráfarandi forsetain fer at halda røðu undir fráfaringarhaldinum.
Forsetaskeiðið hjá Joe Biden byrjar á middegi mikudagin 20. januar.
/ritzau/