Russiski forsetin, Vladimir Putin, "spælir við eld".
Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, í einum uppslagi á Truth Social.
Frágreiðingin kemur eftir at seinastu dagarnar hava verið nøkur av størstu dronu- og rakettálopinum á Ukraina síðani kríggið byrjaði í februar 2022.
- Tað, sum Vladimir Putin ikki gevur sær far um, er, at um tað ikki var fyri mær, so høvdu nógv sera ring ting longu hent Russlandi, og eg meini sera ringt, skrivar Trump, við teimum báðum seinastu orðinum við stórum bókstavum.
"Hann spælir við eld!" ljóðar uppslagið hjá amerikanska forsetanum.
Tað er ikki greitt, hvat Trump meinar við at siga, at okkurt "ringt" hevði hent Russlandi. Hann greiðir heldur ikki nærri frá, hvussu Putin í eygunum á Trump spælir við eld.
Russland hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til uppslagið hjá Trump.
Fyrstu mánaðirnar hjá Trump sum forseti hevur USA sett í verk eitt diplomatiskt átak fyri at fáa frið millum Russland og Ukraina - higartil við avmarkaðari eydnu.
Eftir opið kjak við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelensky í februar, hevur Trump eisini nýliga víst sínum retorikki móti Putin.
Mánakvøldið kallaði Trump russiska forsetan fyri "fullkomiliga øran" í einum uppslagi á Truth Social.
- Eg havi altíð havt eitt gott samband við russiska Vladimir Putin, men okkurt er hent honum. Hann er vorðin púrasta í ørviti. (absolutely crazy, red.).
- Eg havi altíð sagt, at hann vil hava alt Ukraina, ikki bara ein part av tí. Og tað kann vísa seg at vera satt. Men ger hann tað, fer tað at føra til, at Russland fellur, skrivar Trump.
Síðani segði Dmitry Peskov, talsmaður fyri Vladimir Putin, at útsøgnin hjá Trump kundi stava frá “kensluligari yvirvekt”.
- Putin forseti tekur avgerðir, sum eru neyðugar fyri at tryggja okkara land, sigur hann, sambært tíðindastovuni AFP.
Um vikuskiftið var størsta fangaskiftið millum Ukraina og Russland higartil. Tað er eitt av fáu økjunum, har Russland og Ukraina hava kunnað samstarvað.
/Ritzau/