Trump skal hava tvey køliskáp fyri 144 milliónir

Air Force One, amerikanska forsetaflogfarið, skal hava nýggj køliskáp. Umsitingin hjá Donald Trump hevur gjørt eina avtalau við flogframleiðarin Boeing um at skifta út tvey køliskap til mat umborð á forsetaflogfarinum, eitt Boeing 747 flogfar, sum kallast Air Force One, tá forsetin er umborð.

 

Talan er um køliskáp við ávísari rúmd. Og tað eru faktiskt fimm slík umborð á flogfarinum.

 

Air Force One er, sum navnið eisini sigur, ein partur av amerikanska flogvápninum, og tí snýr tað seg um hernaðarliga nágreining, skrivar bretska blaðið The Guardian.

 

Køliskápini umborð skulu kunnu hava mat til minst 3.000 máltíðir.

 

Tað er nóg mikið at breyðføða forsetan og hansara nærmastu 50 fólk við trimum máltíðum um dagin í tríggjar vikur.

 

Netmiðlin defenseone.com skrivar, at tey bæði nýggju køliskápini kosta 24 milliónir dollarar, umleið 144 milliónir krónur, og er eitt dømi um, hvussu dýrt tað er at hava eitt serflogfar sum jumbomaskinuna til amerikanska forsetan.

 

Sambært defenseone.com er orsøkin til høga prísin ikki, at Boeing skrúvar prísin upp. Tí støðan er sambært miðlinum tann, at flogvápini og Hvítu Húsini hava nógv heilt serlig krøv til útgerð og pláss í flogfarinum.

 

Tá Donald Trump var forsetavalevni, var hann mangan úti við rívuni eftir Air Force One. Umsitingin hjá táverandi forsetanum, Barack Obama, hevði bílagt eitt nýtt flogfar til forsetan.

 

– Boeing byggir eitt heilt nýtt 747 Air Force One til komandi forsetar, men prísin er púrasta farin av lagi. Meira enn fýra milliardir dollarar. Avlýs ordran, skrivaði Donald Trump á Twitter. 

 

Hesini boðini ávirkaðu Boeing-partabrøvini.

 

Greitt er ikki, hvaðani Trump hevur fingið prísin upp á fýra milliardir. Tá hevði Boeing ein sáttmála upp á 170 milliónir dollarar til at fara undir arbeiðið upp á eitt nýtt flogfar til forsetain, skrivar The Guardian.

 

Men síðani koma aðrar stórar útreiðslur, tá Boeing 747 flogfarið skal hava alla útgerðina, sum flogvápnið og Hvítu Húsini krevja.

 

Navnið Air Force One vísir annars ikki til eitt ávíst flogfar. Eitthvørt flogfar, sum hevur amerikanska forsetan umboðr er »Air Force One«.

 

/ritzau/