Trump skrivar undir fyriskipan um at niðurleggja undirvísingarmálaráðið

Donald Trump fer at niðurleggja undirvísingarmálaráðið við kunngerð og flyta myndugleikan til statirnar.

Í dag skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, undir eina fyriskipan, sum hevur til endamáls at leggja amerikanska undirvísingarmálaráðið fullkomiliga niður. Útbúgvingin í USA skal røkka einum "hægri støði", sigur Trump. - Mynd: Roberto Schmidt/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivaði í dag undir eina fyriskipan um at leggja amerikanska undirvísingarmálaráðið niður.

Hetta gjørdi hann á einum tíðindafundi, sum varð sendur beinleiðis á m.a. BBC.

- Vit hava brúk fyri at steingja tað (Undirvísingarmálaráðið, red.) sum skjótast. Tann deildin ger ikki nakað gott, sigur Trump.

Kunngerðin áleggur undirvísingarmálaráðharranum Lindu McMahon at "taka øll neyðug stig til at leggja ráðið niður."

Eftir hetta er ætlanin, at útbúgvingarmyndugleikin skal flytast til tey einstøku statirnar.

Á tíðindafundinum sigur Trump, at útbúgvingarstøðið í USA hevur verið minkandi ov leingi.

Samstundis varpar forsetin ljós á skandinavisku londini.

- Tað gongur væl í Danmark, Noregi og Finnlandi, sigur Trump.

Hann vil hava USA at lyfta seg upp á eitt støði, sum sæst í hesum londum. Trump leggur dent á, at útbúgvingarstøðið í einum landi einki hevur við støddina á landinum at gera.

Undirvísingarmálaráðið varð stovnað av kongressini í 1979, og sambært CNN krevst góðkenning frá kongressini, um deildin skal avtakast heilt.

Hóast republikanarar stýra báðum kømrunum í kongressini, krevst demokratiskur stuðul fyri at fáa tær neyðugu 60 atkvøðurnar í senatinum, sum eitt slíkt lógaruppskot krevur, skrivar Reuters.

Trump hevur áður lýst deildina sum óvirkna, spill av pengum og ráðandi av "radikalum á vinstraveinginum".

Tá Trump gjørdi McMahon til útbúgvingarmálaráðharra eftir at hann varð settur í starv sum forseti 20. januar, var tað við einum boðskapi um at fáa seg sjálvan uppsagdan.

Siðvenjan hevur verið, at samveldisstjórnin hevur havt ein avmarkaðan leiklut, tá tað snýr seg um útbúgving í USA.

Einans umleið 13 prosent av fíggingini til fólkaskúlarnar stava frá samveldiskontunum, segði nationala lærarafelagið í februar.

Harumframt er tað langt frá eitt nýtt hugskot í Republikanska flokkinum at avtaka undirvísingarmálaráðið.

- Tann deildin skal avtakast, lovaði fyrrverandi forsetin, Ronald Reagan, í 1983, sambært The Economist.

 

/Ritzau/

 

Í dag skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, undir eina fyriskipan, sum hevur til endamáls at leggja amerikanska undirvísingarmálaráðið fullkomiliga niður. Útbúgvingin í USA skal røkka einum "hægri støði", sigur Trump. - Mynd: Roberto Schmidt/Ritzau Scanpix