Evropeiskir leiðarar hittast í París í dag

Í dag fer ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, at hitta fleiri evropeiskar leiðarar í París, og tíðliga seinnapartin verður Donald Trump í telefonini

Tíðliga seinnapartin fara evropeisku leiðararnir at hava eina telefonsamrøðu við Donald Trump, forseta

- Eg havi fylgt við í tí, og eg havi sæð tað. Eg havi snakkað um hetta við forsetarnar, Putin og Zelenskyj.

 

Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, við sjónvarpsrásina, CBS, í dag.

 

Forsetin sigur, at ein litil framgongd hevur verið seinastu tíðina í spurninginum um eina møguliga friðaravtalu mllum Russland og Ukraina.

 

- Okkurt kemur at henda, men teir eru ikki til reiðar enn. Vit skulu hava hetta upp á pláss, sigur Donald Trump við sjónvarpsrásina.

 

Í dag fer ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, at hitta fleiri evropeiskar leiðarar í París, og hetta eru leiðarar, sum stuðla Ukraina móti russiska álopskrígnum.

 

- Tíðliga seinnapartin skulu evropeisku leiðararnir hava eina telefonsamrøðu við amerikanska forsetan, Donald Trump, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.

 

 

 

Tíðliga seinnapartin fara evropeisku leiðararnir at hava eina telefonsamrøðu við Donald Trump, forseta