Tær eru seinast sæddar í Miðvági týsdagin 2. september umleið klokkan 16.45.
Føroya Politi leitar í løtuni eftir tveimum suðurkoreanskum kvinnum, Soo Jung Park og Soo Yeon Park. Tær eru seinast sæddar í Miðvági týsdagin 2. september á leið kl. 16.45. Seinastu telefonupplýsingarnar hjá teimum staðseta tær í økinum nærhendis Trælanípuni/Bøsdalafossi sama dag 2. september kl. 20.46.
Tær hava asiatiska útsjond, eru 160-170 cm høgar, hava kraftigan kropsbygnað, ljósa húð og hálvlangt svart hár.
Tær vóru í nøkulunda eins klæðum:
- Hvítari, síðari skjúrtublusu
- Svørtum gamassjubuksum
- Hvítum tennissokkum við svørtum strípum
- Svørtum gongustilvum í øklahædd
Um nakar hevur upplýsingar, sum kunnu hjálpa okkum at finna Soo Jung Park og Soo Yeon Park, kann ringjast á tlf. 351448