Trump trýr ikki at Oprah fer at hótta hann

Eg kenni hana rættiliga væl, men hon klárar ikki at vinna, sigur Donald Trump um stjónvarpsstjørnuna, sum er vorðin eitt heitt boð upp á forsetavalevni hjá Demokratunum

Eg kenni hana rættiliga væl, men hon klárar ikki at vinna, sigur Donald Trump um stjónvarpsstjørnuna, sum er vorðin eitt heitt boð upp á forsetavalevni hjá Demokratunum.

 

– Mær dámar væl Oprah, sigur forsetin og leggur afturat, at hann megnar sum einki at vinna á henni, um hon stillar upp sum demokratiskt forsetavalevni.

 

Men hann trýr ikki uppá, at sjónvarpsverturin og dollara-milliardingurin Oprah Winfrey fer at stilla upp, sigur hann tíðindafólki undir einum fundi við kongresslimir í Hvítu Húsunum.

 

– Eg kenni hana rættiliga væl, sigur hann.

 

Tað er serliga eldhugaða røðan hjá Oprah Winfrey til Golden Globe handanina sunnudagin, sum hevur rættiliga fingið lív í gramlið um, at hon skal gerast demokratiskt forsetavalevni á valinum í 2020.

 

Tað var ein røða, har hon mælti kvinnum og svørtum til at gera mótstøðu ímóti ágangi.

 

Nakrir demokratar, sum enn líða undir skelkandi tapinum hjá Hillary Clinton móti Trump í 2016, eru sera heitir upp á hugskotið um at fáa Oprah Winfrey at stilla upp.

 

Sosialu miðlarnir eru eisini um at bresta av spekulatiónum um hennara møguligu framtíð sum forseti í USA.

 

Men tað er ikki nógv, sum beint nú bendir á, at 63 ára gamla sjónvarpsstjørnan ætlar sær starvið.

 

– Eg haldi ikki júst nú, at hon í veruleikanum umhugsar tað, sigur Gayle King, vinkona hennara, sum eisini er ein kendur sjónvarpsvertur.

 

– Eg veit eisini eftir so mong ár at hava fylgt showunum hjá Oprah, at tú altíð hevur rættin at broyta hugsan, sigur hon.

 

Fleiri viðmerkjarar mæla fólki til at sláa kalt vatn í blóðið. Tí tað er als ikki vist, at Demokratiski flokkurin ella landið sum heild vil hava enn eina sjónvarpsstjørnu aftan á sigurin hjá Trump í 2016.

 

Trump var eisini kendur um alt USA gjøgnum sjónvarp. Tað var hann gjøgnum røðina »The Apprentice« á NBC, har hann gjørdist kendur fyri orðini »tú hevur fingið sekkin«, tá hann sparkaði enn eitt starvsfólk út úr sínum Trump-feløgum.

 

Oprah Winfrey hevur leingi verið sett í samband við Demokratiska flokkin. Hon stríddist íðuliga fyri at fáa Barack Obama valdan til forseta í 2008 og hevur enn tætt tilknýti til hann og konuna Michelle.

 

Showini hjá henni hava verið tey best umtóktu í USA. Hon er vorðin kent fyri at kunna fáa bæði høg og lág at tosa beint fram um lív teirra og neyð og rumbul og ófrið.

 

Men hon hevur – júst sum Doald Trump – ongar royndir úr politikki.

 

/ritzau/Reuters