Trump: USA hevur sett í verk eitt stórt hernaðarligt átak í Iran

Fyrr í morgun boðaði ein ísraelskur ráðharri frá, at Ísrael hevði sett í verk eitt "fyribyrgjandi álop" móti Iran.

Roykur sæst, eftir at boðað varð frá spreinging í Teheran fyrr í morgun. Bæði USA og Ísrael hava sagt, at tey hava lopið á Iran, sum ikki hevur váttað fráboðanirnar. - Mynd: -/Ritzau Scanpix

Amerikanski herurin hevur "fyri stuttum" sett í verk eitt stórt hernaðarligt átak í Iran.

Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, í morgun okkara tíð í einum videobroti, sum forsetin hevur deilt á egna sosiala miðlinum hjá forsetanum, Truth Social.

– Okkara mál er at verja amerikanska fólkið við at beina fyri hóttanum frá iransku stjórnini, sigur hann í videobrotinum, sum er góðar átta minuttir langt.

Fráboðanin kemur eftir at ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, fyrr í morgun boðaði frá, at Ísrael hevur sett í verk eitt "fyribyrgjandi álop" móti Iran.

Stutt eftir boðaðu ónevndir amerikanskir embætismenn frá, sambært CNN, at amerikansk álop vóru á veg móti Iran.

Í morgun er hvørki álopið hjá Ísrael ella fráboðanin hjá Trump váttað av iransku síðuni.

Tíðindini um álopið í dag koma eftir eitt tíðarskeið við vaksandi spenningum millum USA og Iran. USA hevur bygt upp herin í Miðeystri, har Ísrael er nærmasti sameindi hjá  USA.

Donald Trump hevur fleiri ferðir hótt við at leypa á Iran.

Hóttanir stavaðu í fyrsta umfari frá mótmælum móti prestastýrinum í Iran og ótta fyri, at trygdarfólkini fóru at reka mótmælisfólkini.

Trump hevur síðani hótt við, at USA fer at leypa á Iran, um iranar ikki taka undir við eini avtalu um kjarnorkuætlanina hjá Iran.

Í morgun kallaði hann Iran fyri "heimsins størsta statsstuðul til yvirgang" og segði, at landið hevði dripið "tíggjutúsundtals av sínum egnu borgarum" undir mótmælunum.

– Tað hevur altíð verið politikkurin hjá USA, serliga hjá mínari umsiting, at hetta yvirgangsstýrið ongantíð má hava kjarnorkuvápn. Eg sigi tað aftur: Tey mugu ongantíð hava kjarnorkuvápn, sigur forsetin.

Iran hevur áður víst aftur, at landið roynir at gerast kjarnorkuveldi.

Ísrael hevur nevnt álopið á Iran leygardagin, sambært skrivstovuni hjá forsætisráðharranum, skrivar CNN.

Aksjónin hevur kodnavnið "Roaring Lion", sum er ein uppfylging av álopinum í juni "Rising Lion".

 

/Ritzau/

 

Roykur sæst, eftir at boðað varð frá spreinging í Teheran fyrr í morgun. Bæði USA og Ísrael hava sagt, at tey hava lopið á Iran, sum ikki hevur váttað fráboðanirnar. - Mynd: -/Ritzau Scanpix