Truplar venjingarumstøður

Klaksvíkar fimleikarafelag varð endurstovnað í 1998 og er í dag eitt sera virkið felag við umleið 250 limum. Hóast tað er felagið ikki serliga sjónligt uttan fyri Klaksvík, og er høvuðsorsøkin til hetta, at felagið ikki hevur nøktandi venjingarumstøður, sigur forkvinnan Katrin Jacobsen

Klaksvík:
Katrin Jacobsen forkvinna í fimleikarafelagnum sigur, at venjingarumstøðurnar hjá felagnum eru als ikki nøktandi. Og er hetta høvuðsorsøkin til, at felagið ikki luttekur í kappingum.
? Liðini hjá okkum hava sera avmarkaða tíð til at venja í. Tey eldru liðini hava fingið hálvanannan tíma einaferð um vikuna í ár, meðan tey yngru hava ein tíma einaferð um vikuna, greiðir hon frá.
Hetta ger, at venjingarstøðið ikki kann fáast á eitt so høgt støði, at liðini kunnu luttaka í Grand Prix kappingum ella føroyameistarakappingini.
? Sum er nú, hava vit tosað um at fáa eitt lið við í onkra kapping møguliga komandi ár, men tað er treytað av, at tær fáa fleiri tímar, sigur Katrin Jacobsen.
Hon letur væl at undirtøkuni í felagnum ? serliga millum genturnar ? og heldur tað vera stórt spell, at felagið ikki kann fáa betri umstøður.

Fimleikarahøllin upptikin
Báðar fimleikarahallirnar í Klaksvík eru sera nógv upptiknar. Katrin vísir á, at felagið nýtti sera nógva orku til at fáa tríggjar tímar eyka til hetta árið, og tað gongur út yvir annað virksemi í felagnum.
? Tað er avmarkað, hvussu nógva orku vit hava, og tá hon fyri tað mesta skal nýtast til at fáa fleiri tímar, so sigur tað seg sjálvt, at annað verður við sviðið soð, sigur hon.
Umframt fimleikarafelagið hava Mjølnir og Badmintonfelagið eisini tímar í fimleikararhøllini, og tí er støðan, sum hon er.
Hølisviðurskiftini eru ein stórur trupulleiki, men nú er vón fyri framman. Badmintonfelagið og onnur við teimum eru farin í holt við eina verkætlan, har ætlanin er at byggja eina badmintonhøll. Um hendan verður veruleiki, dugir Katrin at síggja munandi batar á teirra umstøðum.
? Um ein nýggj høll kemur, rokna vit sjálvandi við, at hesin trupulleikin ikki verður so stórur longur, og at vit kundu fingið fleiri tímar í fimleikarahøllini, sigur hon.

Framsýning
Klaksvíkar Fimleikarafelag luttekur sum sagt ikki í nakrari kapping, men felagið hevur tó eina árliga framsýning í KÍ høllini, har øll liðini luttaka. Hetta er vorðið ein afturvendandi framsýning, og er eisini einasta "gularótin" til limirnar. Og tað ásannar Katrin er als ikki nóg mikið, um felagnum skal vera lívi laga.
? Vit mugu arbeiða fram ímóti at fáa lið í kappingar, og tað er eisini málið. Men vit kunnu ikki bara tveita ella noyða lið í kappingar, sum ikki kenna seg tilreiðar til tess, vegna væntandi venjijng, sigur hon.
Seinasta sunnudag var so árliga framsýningin hjá felagnum, sum eisini er endabresturin á árinum.
250 fimleikarar úr aldrinum 1. flokki til 10. flokk og eldri sýndu fram seriur og lop, sum tey hava vant, síðani tey byrjaðu í september í fjør.
KÍ høllin var stúgvandi full av fólki, ið hugdu at, meðan børn og ung vístu teirra kynstur. Fyri tey flestu mundi framsýningin verða væleydnað, og nógv av tí var flott at síggja, men tá felagið einans hevur eina framsýning um árið og hartil ikki luttekur í kappingum, er vónleyst at siga, hvørjum støði tey eru á í mun til onnur fimleikarafeløg í landinum.