Trupult at fáa avloysarar

Alt tað bráneyðuga verður gjørt, men tað, ið vanliga verður planlagt, má víkja. Hetta merkir so eina longda bíðitíð, men tað er kortini so, at viðurskiftini eru ráðilig, sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri

Vanliga hevur tað verið so, at Landssjúkrahúsið hevur fingið hópin av umsóknum, tá frítíðaravloysarar skulu setast í starv, men í ár hevur tað verið ein trupulleiki.

Aktiviteturin er eisini vanliga lægri summarmánaðirnar, men í ár er trot á starvsfólki, og tí verður bert tað bráneyðuga gjørt.

- Tað merkir, at alt, sum vit vanliga mugu planleggja, verður útsett, til søðan aftur er normal, sigur Allan Skaalum.

Tað hevur verið serliga trupult at fáa avloysarar í ár, og tað er galdandi fyri nærum allar starvsfólkabólkar. Bæði læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar. Og sjúkrahússtjórin sær fyri sær, at hetta er ein trupulleiki, sum saktans kann blíva viðkomandi eisini frameftir.

Fyribils mugu fólk so rokna við einari longdari bíðitíð, og starvsfólkamangulin ger eisini, at frítíðin verður avgreidd yvir eitt longri tíðarskeið enn vanligt.

Trupulleikar hava eisini verið at útvega ljósmøður sum avloysarar, men tað hevur kortini eydnast at nøkta hendan tørvin.

Sjúkrahússtjórin sigur, at hesin trupulleikin við manglandi arbeiðsmegi á Landssjúkrahúsinum ikki er nakað eindømi.

- Sama trupulleika hava smærru donsku sjúkrahúsini, sum vit vanliga meta okkum við, sigur Allan Skaalum.

 

Okkurt má gerast

Sjúkrahússtjórin dugur ikki at siga, hví tað júst í ár er vorðin ein mangul upp á frítíðaravloysarar. Vanliga fáa tey fólk úr Føroyum inn, eins og fleiri føroyingar, sum lesa niðri, fegnir nýta ein part av summarfrítíðini at arbeiða í. Hartil koma eisini nakrir útlendingar, fyri tað mesta danir, ið somuleiðis fegnir koma hendanvegin nakrar mánaðir.

- Men spurningurin er, um vit ikki mugu hyggja nærri at okkara útbúgvingarskipan. Serliga, um talið á næmingunum, sum vit útbúgva, er nøktandi. Tað tekur jú langa tíð frá tí at ein persónur byrjar at lesa til lækna, til hann er útbúgvin yvirlækni, sigur Allan Skaalum.

Tað er heldur eingin loyna, at arbeiðsviðurskiftini kundu verið betri, bæði hvat arbeiðstíðum og løn viðvíkur. Sjúkrahússtjórin nemur tí við møguleikan, um vit ikki áttu at gjørt tað meiri hugaligt at útbúgvi seg innan heilsuverkið.

Í onkrum førum hava tey verið noydd at nýta vikarstovur fyri at fáa fólk, men hetta er ein sera dýr loysn. Men okkurt má gerast fyri at halda eitt nøktandi støði, og so má bara vónast, at ein loysn fæst á tørvinum á starvsfólki til sjúkrahúsini.