Eitt av fleiri punktum á skránni til borgarafundin í skúlanum í Nólsoy í gjárkvøldið, var spurningurin um at vetrarfriða bygdina.
Tað kom fram á fundinum, at drúgvar samráðingar hava verið millum hagapartin, sum eigur vetrarbitið, og kommununa, og leingi sá út til, at tað skuldi eydnast at finna eina loysn, sum báðir partar kundu góðtaka. Men so kom stígur í.
Sakførarin hjá kommununi, sum var við á fundinum, greiddi frá, at krøvini frá hagapartinum, Heimarahelvt, gjørdust so stór, at kommunan kundi ikki ganga teimum á møti.
Serligi trupulleikin við at hegna Nólsoyar bygd inni er, at tað finst eitt rættiliga stórt øki norðan fyri bygdina, sum verður avskorið við einari innhegning. Haganevndin hevur tí sett fram krav um, at ein geiri skal hegnast, so seyðurin frítt kann ganga millum vetrarbeitið norðan fyri og tað sunnan fyri bygdina. Men hetta kostar nógvan eyka pening, og tað vil kommunan ikki ganga við til at gjalda.
Málið fekk drúgva umrøðu á fundinum, og nólsoyarfólk eru mest sum øll samd um, at tað ber ikki til í 2009 at hava seyð gangandi malandi inni í øllum urtagørðum í bygdini.
143 undirskriftir
Tá tað varð greitt, at vetrarfriðing var eitt punkt á skránni fyri borgarafundin, gjørdu tríggjar kvinur skjótt av og fóru undir at savna undirskriftir til tess at fáa bygdina vetrarfriðaða.
Tær býttu bygdina upp millum sín og gingu síðani hús úr húsi, og úrslitið gjørdist 143 undirskriftir, sum er mest sum alt tað vaksna íbúgvaratalið í oynni. Hesar vórðu so handaðar Heðini Mortensen, borgarstjóra, á fundinum.
Hóast borgarstjórin áður hevur sagt, at nú gjørdi kommunan ikki meiri við málið at vetrarfriða Nólsoyar bygd, so metti hann, at undirskriftirnar bendu á, at enn ein roynd eigur at verða gjørd at finna eina loysn á málinum.
Hann helt, at málið kanska nú var so mikið mýkt, at glið kann fáast á samráðingarnar aftur.
Betri skurð
Við á fundinum var eisini umboð fyri Heimaruhelvt, og førdi hesin fram, at vetrarbitið hevði stóran týdning fyri hagan. Meðan tað fyrr var vanligt bert at sleppa gimbrar innangarðs, so var mann gingin burtur frá hesum seinastu árini. Hugsanin var tann, at gimbrarnar ikki skuldu lemba fyrsta árið, men nú er hetta vanligt, so eisini ærnar verða sleptar innangarðs um veturin. Og tað eru tær, ið skapa trupulleikan við at loypa inn í urtagarðarnar og eta alt, ið fyrilegst.
Víst var á, at skuldi vendast aftur til gomlu skipanina við at avskera gimbrarnar, so tær ikki lemba, fór hetta at merkja ein munandi verri skurð hjá haganum, við fylgjandi kostnaði við sær.
So trupulleikin liggur fyrst og fremst í at tryggja seyðinum eina geir millum syðra og norðara part av vetrarbitinum.
Á fundinum kom eisini fram, at kommunan bjóðaði hagapartinum at flyta seyðin við akførum norður um bygdina nakrar ferðir um veturin, men hetta segði hagaparturin seg ikki kunna ganga við til.
Arbeiðið gjørt
Tórur í Hoyvík, býargartnari, var við á fundinum, og hann greiddi frá í orðum og myndum, at arbeiðið við at vetrarfriða bygdina í veruleikanum longu var gjørt. Tað einasta, sum manglar, er at seta eitt rulluportur í hvør sín enda á bygdini, og tey bæði rulluportrini eru longu keypt og goldin og liggja klár á havnarlagnum í Nólsoy og bíða eftir, at verða sett upp.
Eisini er øll hegningin liðug, og tað einasta ið krevst har, er at seta nøkur portur í ymsastaðni. So tað er greitt, at kommunan hevur hildið seg staðið við einari loysn í hondini, síðani hon hevur latið hetta arbeiðið gjørt.
Knúturin, sum nú skal loysast, er mest at juridiskum slag, men tá tað er so týðiligt, at bygdarfólkið ynskir bygdina vetrarfriðaða, ger kommunan enn eina roynd at finna eina loysn á trupulleikanum.