Tann rakti tokvognurin í álopinum, har eitt tok í Ukraina varð rakt í einum dronuálop við trimum dronum. Myndin er frá ukrainska ákæruvaldinum. - Mynd: Kharkiv Regional Prosecutor''s Of/Reuters

Trý deyð í russiskum álopi á ferðafólkatog í Ukraina

Russland hevur framt eitt dronuálop á eitt ferðafólkatog í Ukraina, sambært Reuters.

Tann rakti tokvognurin í álopinum, har eitt tok í Ukraina varð rakt í einum dronuálop við trimum dronum. Myndin er frá ukrainska ákæruvaldinum. - Mynd: Kharkiv Regional Prosecutor''s Of/Reuters

Eitt russiskt dronuálop hevur dripið trý fólk og sært tvey í einum ferðafólkatogi í útnyrðingspartinum av Kharkiv í Ukraina.

Tað sigur ukrainska ákæruvaldið sambært Reuters.

Økisákæruvaldið sigur, at tokið varð rakt nærhendis eini bygd, tá tað ferðaðist úr býnum Tchop til býin Barvinkove í Kharkiv-økinum.

Sambært ákæruvaldinum raktu tvær dronur eitt øki fram við tokinum, meðan ein triðja drona rakti ein av vognunum í tokinum, skrivar Reuters.

Tað vóru eftir øllum at døma 155 ferðafólk í tokinum.

Ukrainski varaforsætisráðharrin, Oleksiy Kuleba, lýsti álopið á tokið fyrr týsdagin sum “eina beinleiðis gerð av russiskum yvirgangi”.

Tá var talið av deyðum og talið av særdum ókent.

 

Ritzau/Reuters

 

Tann rakti tokvognurin í álopinum, har eitt tok í Ukraina varð rakt í einum dronuálop við trimum dronum. Myndin er frá ukrainska ákæruvaldinum. - Mynd: Kharkiv Regional Prosecutor''s Of/Reuters