Trý fótbóltshugað ættarlið vitjaðu "3. hálvleik"

Jákup Mortensen, Trygvi Mortensen og Jann Martin Mortensen vitjaðu Rás2 ígjár. Hoyr prátið her.

Í gjár skrivaði fótbóltssendingin "Triði Hálvleikur" hjá Rás2 søgu, tí tá vitjaðu trý ættarlið sendingina.

 

Talan varð um fyrrverandi formannin í NSÍ, Jákup Mortensen, Trygva Mortensen, høvuðsvenjara hjá NSÍ, og Jann Martin Mortensen, miðvallara á effoliðnum hjá NSÍ.

 

Fótbólturin fyllir nógv, og umframt tøkini teir taka fyri NSÍ, so brennur fótbóltshjartað eisini fyri Manchester United. Á myndini av Old Trafford leikvøllinum í Manchester síggjast frá vinstru til høgru: Trygvi Mortensen, Jákup Mortensen, yngri, Heini Mourits Mortensen, Jann Martin Mortensen og Jákup Mortensen, eldri.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið við tey trý NSÍ-ættarliðini.