Trý frystilínuskip fara yvir á Flemish Kap

Fyrsta skipið, sum loysir og stevnir vestur í hav, verður frystilínuskipið Eivind, og teir loysa í dag klokkan 16.

 

 

Tað verða trý føroysk frystilínuskip, sum fara yvir á Flemish Kap at fiska føroysku línukvotuna í ár og fyrsta skipið, sum er frystilínuskipið, Eivind, loysir klokkan 16 í dag. Tað tekur eina góða viku at sigla yvir.   

 

Hini bæði frystilínuskipini, sum fara á Flemish Kap í ár, eru Klakkur  og Jógvan I. Hesi trý skipini hava fingið í lag avtalur við hini línuskipini, sum eisini eiga kvotu á Flemish Kap.

 

Samlaða føroyska línukvotan har yviri er ikki nóg stór til, at tað loysir seg hjá øllum línuflotanum at fara hesa longu leið. Føroyska kvotan í ár er sløk 1100 tons, og tá eru 186 tons íroknað, sum Føroyar hava fingið í samráðingum við Bretland. 

 

Hálvdan Gudmundsen, formaður í Felagnum Línuskipum og reiðari á Eivindi, sigur, at kvotan, sum Eivind kann fiska á Flemish Kap í ár, er umleið 150 tons, og tá er íroknað ein ávís royndarkvota, sum skipið eisini skal fiska har yviri. 

 

- Tað hevur annars gingið væl hjá føroysku frystilínuskipunum í Eysturgrønlandi í ár, og nú eru skipini liðug við sína kvotu, undantikið Sandshavið, sum eisini eigur nakað av kvotu í Eysturgrønlandi. 

 

Formaðurin í Línuskipum veit at siga, at trý av línuskipunum, sum eiga átta dagar í part á Føroyabanka, hava verið á Bankanum. Núpur hevði umleið 125.000 pund, harav 92.000 pund var hýsa, og Kvikk mundi hava nakað tað sama.   

 

- Nú er Polarstjørnan á Føroyabanka, sigur hann.   

 

Hálvdan Gudmundsen sigur, at meginparturin av veiðini hjá skipunum á Føroyabanka hevur verið hýsa, og síðan hava skipini eisini fingið nakað av longu og øðrum fiskasløgum, men einki av toski.   

 

- Veiðan hjá skipunum, sum higartil hava verið á Bankanum, hevur ligið um 15.000 pund á setuna, og tað er brúkiligur fiskiskapur. Fiskaprísurin er eisini í lagi, sigur formaðurin í Felagnum Línuskipum.