Tá løgreglan í gjárkvøldið gjørdi ferðkanningar og kannaði ferðsluna annars á Fuglafjarðavegnum, vórðu tvey mál skrivað. Ein bilførari varð máldur til at koyra 112 km um tíman og ein 117 km um tíman. Tað gav tí fyrra eitt klipp í koyrikortið, meðan tann seinni fær eina treytaða frádøming av koyrikortinum.
Og tá løgreglan í nátt kanna ferðslu á strekkinum millum Skipaneskrossin og Gøtueiði. Har var ein máldur til at koyra 107 km um tíman, sum hann fær klipp fyri, og ein annar máldur til at koyra 117 km um tíman, og tað fær hann treytaða frádøming av koyrikortinum fyri. Tá løgreglan steðgaði einum øðrum bili varð mett, at bilførarin ikki var heilt edrúur og skuldi tí blæsa í alkoholmetrið hjá løgregluni. Tað gav útslag, hann varð máldur at hava drukkið yvir tað loyvda. Hann varð handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekka koyring.