Skoraði trý sjálvmál upp á hálvan tíma

Nýsælendskur landsliðsleikari í sera óhepnum leikluti í sínum landsdysti nummar 50

Í hesum døgum verður SheBelieves Cup spæld í USA. Hetta er 7. ferð, at kappingin í kvinnufótbólti fer fram, og luttakandi liðini eru Tjekkia, Ísland, Ný Sæland og vertslandið USA. Kappingin byrjaði hósdagin 17. februar og endar mikudagin 23. februar.

 

Meikayla Moore, sum dagliga spælir við kvinnuliðnum hjá enska stórfelagnum Liverpool, fekk ein heldur margháttligan leiklut, tá ið hon í gjár spældi landsdyst fyri Ný Sæland ímóti USA. Henni eydnaðist at skora eitt “fullkomið” trítyssi av málum – eitt við høvdinum, eitt við vinstra fóti og eitt við høgra fóti – tíverri, so fóru øll í egið mál. Enntá í landsdysti nr. 50.

 

USA hevði spælt 0-0 í fyrsta dystinum ímóti Tjekkia og legði tískil meira fyri frá byrjan av. 5 minuttir vóru leiktir, tá USA umvegis Sophie Smith leyp á í vinstru síðu. Smith legði eitt innlegg innfyri og Meikayla royndi at koma í vegin, men ólukkutíð fekk hon bara nortið við bóltin, sum streyk inn við nærmastu stong uttan møguleika hjá málmanninum, Erin Naylor, at bjarga úr spískum. Minuttin eftir legði Sofia Huerta bóltin innfyri úr høgru, har hon royndi at finna Catarina Macario, sum kortini ikki rakti bóltin, men tað gjørdi Meikayla hinvegin og við høvdinum snýtti hon egnan málmann. Tá okkurt um hálvi tími var leiktur, streyk Margaret Purce aftur á baklinjuna og ætlaði at raka Kristie Mewis, sum rann inn í 5-meturin, men aftur er Meikayla óheppin og fær sparkað bóltin í egið mál.

 

Landsliðsvenjarin hjá Ný Sælandi, Jitka Klimkova, hevði onki val, tá hon í 40. minutti skifti Meikayla Moore út. Niðurbrotin fall 25 ára Meikayla í føvningin hjá Klimkova, sum royndi at troysta hana sum frægast.

 

Finalan í SheBelieves Cup verður mikudagin 23. februar millum USA og Ísland. Við fýra stigum liggur USA best fyri, men Ísland er væl við við trimum stigum. Hinvegin skulu Dagný Brynjarsdóttir, Mallory Pugh og Ashley Hatch spíla seg út, um tær skulu gerast toppskjúttar í kappingini, tí higartil hava tær bara skotið eitt í part.

 

Danski stjørnufrøðingurin, Tycho Brahe, tosaði beinleiðis um óeydnisdagar og ein tílíkan hevði Jonathan Walters, tá ið hann í dysti nr. 100 fyri Stoke tann 12. januar 2013 ímóti Chelsea skoraði tvær ferðir í egið mál og brendi eitt brotsspark.

 

##med2##