Trygd fer at tryggja bilar

Nýggja tryggingarfelagið styrkir nú kapitalgrundarlagið og økir um úrvalið av tryggingum

? Við bert tveimum tryggingarfeløgum er í verukeikanum monopol á teimum økjum, har Trygd ikki bjóðar tryggingar, sigur Tryggingarfelagið Trygd í tíðindaskrivi.

? Tað eru vit á Trygd greið um, og tað hevur eisini alla tíðina verið ætlanin at kunna bjóða flest øll sløg av tryggingum. Men tað hevur verið neyðugt fyri Trygd at arbeitt við hóskandi ferð, soleiðis at felagið alla tíðina kann liva upp til sítt endamál, um at vera eitt dygdar- og tænastuhugsað tryggingarfelag.

Trygd, sum byrjaði í februar 1998 at selja sethúsa- og familjutryggingar, fekk frá byrjan góða undirtøku, og hevur felagið nú ein marknaðarpart uppá 14%.

? Nú er Trygd til reiðar at økja um úrvalið av tryggingum. Fyrst í mars mánaði 1999 fer Trygd at bjóða biltryggingar, men í framtíðini fer felagið eisini at bjóða vinnuligar tryggingar.

? Hetta er kapitalkrevjandi, eins og tað sum heild er kapitalkrevjandi at endurreisa eitt tryggingarfelag. Í 1998 brúkti Trygd 6,9 mió. kr. av sínum partapeningi.

Á ársaðalfundinum tann 1. mars 1999 verður uppskot lagt fram, um at P/f Trygd verður lagt saman við P/f FB Holding, sum P/f Føroya Banki eigur 100%, við Trygd sum framhaldandi felag.

Trygd verður við hesum styrkt við 38 mió. kr., soleiðis at eginognin hjá Trygd eftir samanleggingina verður meiri enn 52 mió. kr., sum er væl hægri enn lógin tilskilar. Hetta er tryggjandi fyri tryggingartakararnar.