Samstarvsavtalan, sum Fremad Amager og Trygd hava gjørt, ber millum annað í sær, at Trygd kemur at standa á brókunum hjá Fremad Amager leikarunum. Eisini verður Trygd sjónligt á heimavøllinum Sundby Idrætspark og á heimasíðu felagsins.
Um avtaluna sigur Niels Juel Arge, stjóri á Trygd, at Trygd við hesum verður við til at stuðla føroyskum fótbólti sum heild.
- Fremad Amager ynskir at geva føroyskum fótbóltsleikarum, sum her heima sýna góð avrik, møguleika at royna seg uttanfyri Føroyar. Hesum hugskotinum tekur Trygd fult undir við, og tí stuðla vit ætlanini. Umframt hetta fer ætlanin hjá Fremad Amager alt annað líka eisini at styrkja føroyska fótbóltslandsliðið, og tað er nakað, ið allir føroyingar fáa gagn av.
Um alt gongur eftir vild, fer Fremad Amager at eita FC Amager eftir hetta kappingarárið, og hetta verður væntandi ein liður í at endurnýggja felagið.
- Trygd trýr upp á ætlanina hjá Fremad Amager, og vil tí gjarna verða sett í samband við felagið og ætlanirnar hjá felagnum, leggur Niels Juel Arge afturat.
Nevndarformaðurin í Fremad Amager, Todi Jónsson, fegnast eisini um avtaluna.
- Vit eru sjálvsagt sera fegin og stolt yvir, at ein fyritøka sum Trygd hevur gjørt av at stuðla okkum og ikki minst teimum trimum føroyingunum í felagnum á teirra yrkisleið. Hesir verða vónandi ein dag stuðulsleikarar á landsliðinum, sigur Todi Jónsson um avtaluna.