Trygdarhermenn skutu smádrong

Løgreglan í Brasil hevurt tikið fimm trygdarhermenn, sum eru skuldsettir fyri at hava skotið ein 11 ára gamlan drong. Eitt vakmyndatól avmyndaði alla hendingina, og har sæst, at teir fimm trygdarhermenninir stóðu stutt frá dronginum, og at teir skutu hann fleiri ferðir.

Men hóast drongurin var raktur fleiri ferðir, doyði hann ikki.

Hendingin var í august í fjør, men ikki fyrr enn nú hava foreldrini verið hjá løgregluni og sagt frá, hvat hendi. Sagt verður, at foreldrini tordu ikki at melda tilburðin beinanvegin, tí tey vóru bangin fyri løgregluni.